Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á fíggjarlógini fyri 2020 er peningur settur av til at gera ein nýggjan Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík.

Fíggjarlógin við Norðoyabrillum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.09.2020 - 16:03 Politikkur Tíðindi

Tunlarnir Norður um Fjall eru tann stóra sólskinssøgan, og Klaksvíkar Sjúkrahús og Húsarhaldsskúli Føroya kunnu eisini síggja fram til trivaligar meirjáttanir í fíggjarlógini fyri 2021. Tekniski Skúli í Klaksvík og Klaksvíkar HF-Skeið standa í stað peningaliga, meðan gyltu ætlanirnar um Rocksavn, Sjósavn og at strika bummgjøldini í Norðoyatunlunum tykjast vera heilt gloymdar. Norðlýsið hevur hugt at fíggjarlógini við lokalum norðoyabrillum.

Húsarhaldsskúlin, ið formliga eitur Húsarhaldsskúli Føroya, verður uppraðfestur við 8,75 mió. krónum. Hetta er ein stór øking í løgujáttanini, sum er 3,5 mió. í ár og var 2,5 mió. í fjør. So her bendir alt á, at nýggjur húsarhaldsskúli verður gjørdur. Skúlin kostar væl meira enn hetta, men her er avtalan gjørd um, at Klaksvíkar Kommuna stuðlar við pengum til sjálvan skúlan, og at Bústaðir gjalda fyri atknýttu næmingabústaðirnar. Landskassans partur verður tilsamans 21 milliónir krónur. Tá tað kemur til rakstur, stendur játtanin at kalla í stað.

Tekniski skúli í Klaksvík stendur ikki til at fáa nakað nevnivert afturat. Her stendur í fíggjarlógini, at ”Eingin játtan er til endamálið í 2021”. Hetta er helst eitt vónbrot, tí ætlanin var at gera eina nýggja aula á Tekniska Skúla. Rakstrarjáttanin er økt við góðum 600.000 krónum, so her er ikki rásarúm fyri nógvum meira enn lønarframskrivingum. Júst tað sama ger seg galdandi fyri Klaksvíkar HF-Skeið. Har er ein lítil øking í rakstrarjáttanini, sum ikki strekkir til nógv meira enn væntaðar lønarhækkingar, og ongin løgujáttan.

Klaksvíkar Sjúkrahús fær hinvegin ikki heilt lítið meira. Her hækkar játtanin við meira enn 4 milliónum samanborið við í ár. Peningarnir fara millum annað til endurvenjing og viðgerð fyri seinheilaskaða, ítøkiliga 1.150.000 krónur, sum tó eisini skal strekkja til sjúkraflutning, og 828.000 krónur afturat fyri at taka hædd fyri fólkatalsvøkstrinum. Umframt hetta verða 3 milliónir afturat játtaðar til at dagføra bygningar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Fara vit so út um Klaksvíkina og til hinar Norðoyggjarnar, so eru ikki góð tíðindi at frætta fyri kalsoyingar. Játtanin til vegagerð í Kalsoynni er null í ár og stendur eisini til at vera null komandi 3 árini. Hinar Norðoyggjarnar, Viðoy, Kunoy, Fugloy og Svínoy, verða als ikki nevndar í fíggjarlógini, annað enn at Fugloy, Svínoy og Kalsoy verða roknaðar sum útoyggjar, og harvið eru partar av stuðli til útoyggjar, ið stendur at kalla í stað. Talan er um 1,5 milliónir, býttar soleiðis, at Strandfaraskip Landsins fáa 825.000, Posta fær 150.000 og Atlantsflog fær 525.000 krónur.

Tann heilt stóra sólskinssøgan er, sum nevnt aðrastaðni, tunlarnir Norður um Fjall, sum standa til at fáa 100 milliónir komandi ár, tað sama í 2022, og 135 milliónir í 2023. Hetta er, sum vera man, ikki bara góð tíðindi fyri Borðoynna, har tunlarnir liggja, men eisini fyri Fugloynna, Svínoynna og Viðoynna, ið øll skulu brúka verandi fløskuhálsar.

Øll lyfti halda ikki. Sjósavnið ella Undirsjóvarsavnið í Klaksvík fær onki á fíggjarlógini. Júst tað sama ger seg galdandi fyri Rocksavnið, ið heldur onki fær, og verkætlanirnar tykjast at vera sleptar. Heldur onki er líkt til at verða gjørt við at gera undirsjóvartunlarnar ókeypis, sum annars varð hálvavegna lovað, tá hendan samgongan tók við. Onki stendur í fíggjarlógini um, at landið skal taka teir á seg og strika bummgjaldið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB