Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tummas: Fara á vøllin við øllum føroyingum í rygginum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.10.2020 - 09:04 Ítrottur Tíðindi

“Vit trúgva uppá tað”, sigur formaðurin í KÍ, og tað er ikki bert at KÍ kann klára tað, men at tá teir fara á vøllin hóskvøldið, so er tað við øllum føroyingum aftanfyri seg. Norðlýsið hevur sett Tummasi Lervig stevnu og spyr hann um dystin ímóti Dundalk, um venjaran og um tey seinastu tíggju árini, har KÍ hevur lyft seg úr næstbestu deildini og upp á føroysku tindarnar og har, tað er stuttligt at vera í Europa.

 

Nú KÍ stendur frammanfyri tí helst størstu avbjóðingini hjá felagnum nakrantíð, fekk Norðlýsið orðið á Tummas Lervig, formann í KÍ, og spurdu hann, hvussu hann hevði tað við hesi avbjóðingini. “Eg eri spentur”, var tað fyrsta, hann segði, og legði so afturat, at hann var takksamur fyri at vera komin so langt. Tað er ikki komið av ongum, og hevur kravt nógv – eisini avgerðir, sum hava verið rakt bæði stuðlar og felagsskapin hart. Men tær hava verið neyðugar, leggur formaðurin eina við.

Tá KÍ mátti ta tungu leið niður í 1. deild at venda í 2010, bleiv avgjørt, at tað skuldi byggjast upp á felagið fyri hvørt ár. Og tað er tað, vit hava gjørt, sigur Tummas Lervig. Fyrsta stigið var sjálvandi uppflytingin, og síðani hevur tað gingið framá við onkrum smávegis afturstevi, men í tí stóra og heila er tað tann avgerðin, ið ger, at KÍ stendur við hesi ótrúliga spennandi uppgávuni í dag.

 

Góðar vónir

Um dystin hóskvøldið sigur formaðurin, at Corona hevur órógvað serstakliga nógv. Krøvini gerast bara strangari og strangari, og tá KÍ-hópurin fer til Írlands, so koma tey at búgva í tveimum “boblum”. Hópurin sjálvur skal búgva í eini boblu og restin av fólkunum rundan um liðið í eini aðrari, og har fer ongin kontakt at vera ímillum, sigur Tummas Lervig.

 

Venjarin stóran leiklut

Formaðurin letur væl at venjaranum hjá KÍ, Mikkjali Thomassen, og sigur, at ofta er tað best bara at lata hann fáa frið at taka sínar egnu avgerðir, tí tað dugir hann væl. Mikkjal er ótrúliga væl fyrireikaður og tekur uppgávuna ótrúliga seriøst. Tað sum teir hóast alt hava tosað saman um, er at fáa dystirnar í heimligu kappingini útsettar, so teir ikki órógva, og hetta er eydnast.

Stóri spurningurin er, at tá nú KÍ hevur bygt upp eftir seinastu 10 árini, og hevur rokkið alsamt størri tindum, tann fyrsti stóri var steypasigurin í 2016, ein tann enn størri var føroyameistaraheitið í 2019, og í ár playoffs í Europa League, so svarar formaðurin, at hetta longu er tað størsta, sum higartil er rokkið, og at hann trýr uppá, at tað letur seg gera at røkka bólkaspælinum í Europa League.

 

Týdningarmikil stuðul heimanifrá

Tummas Lervig sigur, at á “heimafrontinum” hevur hann fingið nógvan stuðul, hóast KÍ fyllir sera nógv. Baklandið bakkar hann hundrað prosent upp, og tað hevur nógv at siga.

 

KÍ ein lívsstílur

KÍ er ikki bara eitt frítíðarítriv, tað er ein lívsstílur, og tað er umráðandi at finna sínar sterku síður og hvat ein sjálvur er góður til. Harnæst kemur tað at duga at finna fram til røttu samansetingina av fólki í nevndini við at finna fram til, hvat tey fólkini eru góð til og brúka teir eginleikarnar. Í núverandi løtu riggar tað væl, endar formaðurin við at siga.

Norðlýsið takkar Tummasi Lervig fyri samrøðuna og ynskir honum og felagnum góða eydnu við at røkka tí størsta málinum nakrantíð i kvøld.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…