Lýsing
Lýsing
Lýsing

Alexandur Petur Sólstein verur níti ár í dag

SKRIVAÐ: Óluva  |  01.10.2020 - 13:13 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Alex var føddur 1. okt.  í 1930 og elstur av trimum systkjum, Dagny og Jákup. Hann er sonur Biddu (Elsa Birgittu) úr Víkunum og Palla (Jens Paula) Sólstein av Uppsølum. Ikki so sjáldan sigur hann frá sínum góðu barnaárum í Vágsheygnum og úti í Víkunum, har omma og abbi hansara búði, og har tey høvdu  bakarí. Og Alex hevur nógv at siga frá, bæði vinum og fólki har, frá krígnum, læknastríðnum og mongum góðum og skemtiligum.

Alex er mentaður maður. Í 35 ár røkti hann embætið sum skúlastjóri og var settur yngsti skúlastjóri í kongaríkinum, bert 21 ára gamal eftir umsókn til kongen. Hann røkti tað embætið, til hann fór á Landsskúlafyrisitingina at arbeiða við eftirútbúgving av lærarum. Enn tann dag í dag siga fólk mær søgur um henda dugnaliga læraran, sum var so framúr í máli og tónleiki. Og enn fær Alex uppgávur at siga frá ella týða, bæði fyri einstaklingar og kommunu. Ikki dugir hann at siga nei, og onki vil hann hava afturfyri.

Minnið hevur hann framúr, og gott enn í dag, og sum skúlastjóri legði hann seg eftir at kenna navnið á øllum teimum túsund børnunum, sum tá gingu í skúlanum í Klaksvík. Hann fylgir væl við í øllum. Á teldlinum og snildtelefonini; og ikki minst í bilinum kring býin. Og í Klaksvíkar hornorkestri so trúliga. Hvør kennir ikki henda mannin í slipsi, sum  hvønn dag prátar við øll, lágan sum høgan? Gaman í er ferðin nakað lægri enn hámarksferðin, sum plagdi at vera, men nú reikandi friðarliga og eygleiðandi um í sínum heimstað. Uttanlandsferðirnar eru fækkaðar, men tann vitugi ferðaleiðarin og upplivarin er ikki fyri ongum, júst komin aftur av íslandsferð við allari familjuni á diamantbrúdleypsferð.

Skaldskapur, mál og tónleikur eru hansara hjartamál. Og har er hann framúr dugnaligur. Er altíð til reiðar at kjakast um málið, sum jú onki skil er á longur. Klaverið og fiólin eru lívs fylgisneytar hansara. Hann og Katrin fara til allar konsertir í býnum, at lurta eftir børnunum í tónlistaskúlanum, sum hann var primus motor at seta á stovn, og til Føroya Symfoniorkestur, sum hann er stovnari av og heiðurslimur í. Vakri sangur hansara hevur í øll hesi ár ljómað í Christianskirkjuni, har hann enn hevur sína dagligu gongd og sigur frá kirkju og listaverkunum. Sum frásøgumaður er hann sum tikin úr leikum. Ja, sjálvt kongshúsið hevur varnast gávur hansara at siga frá og bera søguna um staðin og kirkjuna.

Ein betri abba kunnu børn okkara valla fáa. Altíð við tí góða og uppbyggjandi orðinum. Altíð stundir til at práta og at spæla og syngja fyri børnunum. Og altíð í góðum lag. Tær mongu søgur, hann hevur lagt í tey, tann fyrimyndarligi atburður og hugburður til lívið og heimstaðin eru farin í arv, og vit eru takksom. Saman við Katrin hevur tú skapt eitt fyrimyndarligt heim fyri børn tykkara, verbørn og ommu- og abbabørn.

Í kvøld gleða vit okkum at eta eina góða máltíð saman og hyggja at KÍ og abbasoninum, sum tú heldur so nógv av. Gævi tú fært ta størstu gávuna á vøllinum.

Hjartaliga til lukku við degnum við tøkk og ynskjum um fagrar dagar.

 

Óluva

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík - KÍF í kvøld kl 18
Jóhanna á Tjaldrafløtti ársins leiðari
Stjørnan tekur ímóti EB í KÍ-høllini
Christian í Grótinum landa størstu silda…
Stúgvandi fult á Herluf's Kafé
Í Sjarpholi­num 1926
Her kann Gais-KÍ stroymast
Stuðuls­avtalan við Varðan heldur fram
Ikki rætta løtan at tosa um loysing
Skótarnir í Føroyum fylla 100 ár
Snarboð á Vanganum: Fá boð á telefon­ina,…
Elsebeth spyr um dupultfunktió­nir á Land…
Starvsdagar í Borg
Er ikki løgreglu­maður umborð
Te-stovan Marin Malena er ein tíðarlummi…
Ongin skal hjá ungum alva
Café Gloria við besta Torramati í Skálan…
Framvegis framúr fiski­skapur
Vónbjørt Vang á Klaksvíkar bókasavni
Upprunaligi náttaravnu­rin við orðafeingi…