Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðborg: Eg eri ekstremt spentur

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  01.10.2020 - 13:38 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað sigur ein av framstu KÍ-fjepparunum og elitusvimjarin, Kristian Olsen, sum beint nú er komin av vakt.

Heldigvís hevur nógvur fiskur verið, seinastu dagarnar, so eg havi havt úr at gjørt. Hetta hevur havt við sær at tíðin hevur gingið skjótt. Hevði eg havt tómar hendur umborð hesar seinastu dagarnar, so haldi eg at eg hevði gingið frá veðini.

Størsta akvivið hjá KÌ er í løtuni, at onki favorittrýst liggur á teimum. Dundalk FC hevur hinvegin tað hangandi omanyvir sær, at teir skulu vinna, teir eru helst bangnir fyri at tapa. KÍ kann tí spæla frítt Dundalk verður eftir mínum sín egni fíggindi í dystinum í kvøld.

KÍ liðið hevur eina ótrúliga sterka verju, umframt at keturnar hjá KÍ eru ringa at bróta. Skal Dundalk fáa eitt mál, so skal tað vera av eini tilfeldigheit ella eitt óhapp. KÍararnir eru ótrúliga raskir, teir eru heldir ikki bangnir fyri at renna fyri hvønn annan. Vit eiga eitt krútsterkt lið.

Eg vænti eisini at teir fara at klára seg væl um teir koma víðari. Onki lið fer at hølva KÍ av tað stendur KÌ ov val til á vøllinum.

Jákup Biskopstø er ein fantastiskur kaptainur, sum vit hava fingið. Hann er ótrúliga loyalur, raskur og seriøsur. Í heila tikið hevur hann í alt og øllum ein sera góðan hugburð. Ikki minst uttanfyri vøllin. Havi eg brúk fyri hjálp hansara til eitthvørt, so kemur hann. Tú verður ikki svikin av honum. Hann er ikki á nakran hátt hástórur.

Eg vænti at hann verður verandi í KÍ, væl at merkja um Liverpool ikki kemur efir honum.

Svimjarin: Eg eri føddur 06.65, so eg eri 35 ára gamalur. Eg eri Klaksvíkingur við stóra K. Eg fari ikki til Havnar uttan tað er 100% neyðugt.

Kristian er frá barni av kendur sum ein av bestu svimjarunum her á landi. Eg byrjaði at svimja tá eg var 7 ára gamalur og í 2008 var eg troyttur av svimjing. Tá hevði eg vant einar 35-40 tímar um vikuna og harumframt verið í læru sum timburmaður, so seinastu árini uppundir 2008 var ikki nógv tíð til annað enn at arbeiða og svimja.

Eftir at eg var givin eftir at hava toppa til VM í 2007, kom ein vinmaður til mín og segði “Skálaberg kemur heim nú, kom við”. Eg ringdi so til skiparan, og stutt eftir fór ein maður av, og eg fekk kjans. Soleiðis kom eg í sjólívið. Mær dámar hetta so sera væl. Eisini er gott at kenna fríheitina tá tú ert heima Eg bindi meg ikki ov nógv tá eg eri heima, tó taki eg hond í ymsastaðni.

Vit báðir Kristian sita á “Sjúkrakamarinum” á Norðborg og práta, hetta kamari hevur verið mítt heim ´Nú í góða viku. Her hevur verið framúr gott at verið.

Til KÍ er bara at siga at vit allir her umborð eru sera spentir til dystin, eisini HBararnir og B36ararni, sum eru við.

Um úrslitið í kvøld sigur Kristian: Eg eri samdur við Hilmar Danielsen at tað verður 2-1 til okkum. Ella at tað fær John Johannesen eitt mál í endanum, so tað endar 3-1.

Kokkurin er farin at rigga KÍ kakuna til.

KOYR Á KÍ!!!

Oliver

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík selur fýrverk í ALFA
Fýrverkssølan hjá Nóa er byrjað
Svimji­høllin innvígd
Stríðsval at sleppa í nevndina
Annfinnur heldur fram sum formaður
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026
Jóla­heilsan frá Stjørnuni og Polarhav
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…