Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvík ein ungdómsbýur

SKRIVAÐ: Jógvan Andrias Joensen  |  06.10.2020 - 13:51 Ítrottur Lesarabrøv Mentan Politikkur

Nýggja útgávan av búplássinum hjá Nólsoyar Páll prýðir miðbýin, og vónandi fara ungdómar eisini at trívast har.

Eg vænti somuleiðis at nýggja útgávan av Føroya Húsarhaldsskúla kemur at prýða lendi, tá alt stendur liðugt. Og sum myndin her vísir er ikki talan um eitt skrímsl.
Eg eri vísur í at skúlin kemur at vera ein góður viðleikari hjá teimum, sum varða av Áhugafelagnum Nólsoyar Páll.

Føroya Húsarhaldsskúli hevur búðleikast í Klaksvík síðani 1974. Og sitandi býráð hevur ikki funnið aðra semja enn umrøddu staðseting í miðbýnum.

Hyggja vit t.d. eftir Miðnámsskúlanum, sum í sínari tíð var staðsettur í Kambsdali, so skapar hesin í lítlan mun lív í bygdini, tí ungdómar og starvsfólk búgva aðrastaðir.


Ungdómar eru lívsjáttanin sjálv

Í dag er tað ein góð og lívsjáttandi íløga at skúlar eins og alt frítíðarvirksemi verður staðsett miðskeiðis í bygdum øki. Tí ungdómar eru lívsjáttanin sjálv!
Ungdómar eru og skapa lív. Tey eru við til at gera ein livandi bý lívligan. Tey mynda tíðarrák, sum til eina og hvørja tíð, eru við til at bjóða nýggju tíðini av. Og soleiðis, meini eg, tað eigur at verða!


Stundin er tí komin at Klaksvíkin tekur ungdómin, sum eina eind, til sín. Um ikki ríma tey og  skapa lív aðrastaðir.

 

Nýmótans ungdómsbýur

Vit hava seinastu árini sæð og hoyrt at nógv bygging er ávegis ungdóms-, frítíðar- og mentanarlívinum at frama. Eitt nú skúli, mentanarhús, rennibreyt, skýli v.m. Ynskiligt er at arbeiði, við fleiri av hesum verkætlanum, stendur liðugt í komandi setu.
Tá er lítil ivi í at Klaksvíkin, sum savnandi miðstøð í norðurøkinum, við mong høvi fær møguleika at gera sær dælt av at ungdómar trívast her.

Við hesum er ein miðvís og stigvís tillaging til nýggja samstarvsmentan farin av bakkastokki. Ein avbjóðing, sum setur krøv til betri og skipa samstarv millum kommununa og frítíðar- og mentanarlívið. Hon setur somuleiðis krøv til betri og skipa samstarv millum omanfyri nevndu stovnar.

Ein heimstaður sum Klaksvík eigur at vísa at hann torir at taka tey ungu til sín og virða teirra leiklut í býarmyndini. Annars søkja tey - ungdómum líkt – aðrastaðir har liviligt og lívligt lív er.

 

Eindarhugur norðinga

Fjarstøðan hjá Føroya Húsarhaldsskúla til aðrar skúlar og stovnar, akursmørk, ítróttardepilin og tsk er ikki stór. Og sama kann sigast um fjarstøðuna hjá Áhugafelagnum Nólsoyar Páll til varðveittu bygningarnar í Klaksvíksgarðinum, Klaksvíkar Spinnarí o.a. eldri býlingar í Klaksvík.

Stundin er komin at samvirkanarárin millum nevndu stovnar týðiliga sæst aftur í býarlívinum.
Heldur enn vit-og-tit branding av heimstaðnum, er tað sjón fyri søgn at býurin, í øllum lívsins leikum,  stendur sterkari, sum ein dragandi eind - ikki minst hjá eini ferða- og upplivingarvinnu í menning.

Nýggi bygningurin hjá Føroya Húsarhaldskúla, og nýggi bygningurin hjá Áhugafelagnum Nólsoyar Páll, eru góð klýpi - í einum innangarðs varða - í einum nýmótans ungdóms- og miðbýi í Klaksvík.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Træ - Alpuroy­nir (Sorbus mougeotii)
Eyðun Nolsøe Band á Tórsfest 2026!
Danny & The Veetos á Country Festivalinu…
Løgmaður setti Atlantic Fair 2026
Mjølnir hevur aðalfund í kvøld
Leiðaratrivnaður á breddan
Atlantic Fair styrkir tí støðuna hjá før…
Norð­oyastevnuteitið: Nógvur látur á Spin…
Norð­oyastevnublaðið tekur skap
Útróðurin um vikuskifti
11 ymiskir fyrilestrar á Atlantic Fair
Bakkafrost: Góð ársbyrjan
Almennur fundur um undirsjóava­tunnil í K…
Badminton: U-15 landsliðið á kapping í D…
Svar til Hermann Oskarsson
Atlantic Fair 2026 letur upp í morgin
"Heima sum longst" – ein virðilig visjón…
Tøkk - Hildibjarta Jacobsen
GroAqua letur Bakkafrost nýggjan 700 ton…
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík