Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skúlin, eitt listarligt prýði í myrkrinum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  15.10.2020 - 22:18 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í kvøld, varð listaverkið hjá Edwardi Fuglø á Skúlanum á Skúlatrøð avdúkað. Vit hava í longri tíð sæð partar av listaverkinum, sum Edward hevur skapt uttan á skúlanum. Men í kvøld var krúnan sett á verkið, tá ljósparturin av verkinum varð tendrað.

Tað var John Færø, ið bjóðaði vælkomin og hann takkaði fólki fyri upp og gav orðið víðari til Beintu Klakstein, sum segði nøkur orð um tilgongdina. Síðani sang Anna Louisa Mýri tveir sangir. Edward Fuglø greiddi síðani frá sínum arbeiði og vísti eisini á hvønn týdning listin hevði fyri okkara lokalsamfelag.

Aftaná bjóðaði Býráðið kaka og bollar. Veðrið var av tí allar besta ið ein kann ynskja sær eitt slíkt heystarkøld. Sigast má, at endaliga listaverkið tók seg sera væl út.

Saman við øllum listaverkunum, ið komin er upp kring um í býnum seinnu árini, ger hetta stóra verkið Klaksvík til ein enn meira áhugaverdan bý. - Onkur dugur helst at síggja stórsta fiskivinnubýin í Føroyum aftur í strikum Edwards.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…