Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kringvarpið tykist ikki vita, hvar Kunoyggin ella Kunoyar Kommuna er. | Mynd: Kringvarp Føroya.

Kringvarpið dugir ikki Føroyakortið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.10.2020 - 22:58 Tíðindi

Tað var eitt sindur pínligt at vera vitni til kommunuvaldekningin av Kunoyar Kommunu hóskvøldið 15. oktober. Ikki tí, innslagið var áhugavert, samrøðurnar við fólk í Kunoynni vóru forkunnugar og upplýsandi – og grafikkurin og tølini søgdu greitt, at tað ikki stendur illa til í Kunoy. Tað er sjálvsagt góð tíðindi. So langt, so gott.

Men aftanfyri John Johannesen, ið annars sjálvur hevur røtur í Norðoyggjum, dagaði eitt Føroyakort, og sum vanligt er, var kommunan, ið innslagið er um, markað við grønum liti. Omanfyri stóð við sama liti sum markaða oyggin, “Kunoyar Kommuna”.

Tað var bara ikki Kunoyar Kommuna, ið var markað við grønum, men Kalsoyggin – ið er partur av Klaksvíkar Kommunu.

Hinvegin skal sigast til Kringvarpsins lutvísa rós, at Heini Gaard, sjónvarpsmaður, var so farin í rætta oyggj. Søgan sigur tó onki um, hvørt hann fyrst hevur verið í Kalsoynni og har hevur fingið at vita, at hann er komin skeivt. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…