Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sven Dahl stillar upp

SKRIVAÐ: Norðoya Sjálvstýrisfelag  |  16.10.2020 - 09:25 Kommunuval 2020 Politikkur Tíðindaskriv

Norðoya Sjálvstýrisfelag er komið á mál við uppstillingini til komandi býráðsval, og greitt er, at Sven Dahl er á listanum.

Sven Dahl er 52 ára gamal og eigur fýra børn og fýra abbabørn. Hann er útbúgvin bilmekanikari og er sjálvstøðugur vinnurekandi. Eisini hevur hann sitið 12 ár í skúlastýrinum fyri Klaksvíkar kommunu, og sum tann einasta skúlastýrislimurin, ið hevur sitið í skúlastýrinum í skúlanum við Ósánna, Ziskatrøð og á Skúlatrøð.

Harafturat hevur Sven eisini sitið í bæði Norðoya Sjálvstýrisfelag og Landsfelagðinum hjá Sjálvstýri.

Sjálvur sigur Sven Dahl soleiðis:

Nøkur av málum, sum eg vil arbeiða við, um eg verði valdur inn eru, at 2. og 3. byggistig av skúlanum á Skúlatrøð skulu fara í gongd sum skjótast.

Havna- og vinnuøkið skal raðfestast høgt, so allar fyritøkur í Klaksvíkar kommunu - bæði lítlar og stórar - kunnu ogna sær vinnustykkir, so tær kunnu mennast og vaksa.

Fjølbroyttar bústaðar møguleikar, so øll kunnu seta búgv í Klaksvíkar kommunu, bæði ung og eldri.

Umráðandi er eisini, at arbeiði av bygningum og vegum, sum er í gongd verður gjørt liðugt skjótast til ber.

Eisini brenni eg fyri, at eldarøkið framahaldandi verður betri, so tey eldru í kommununi fáa bestu umstøður.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…