Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skúlin er hjartað í býnum!

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  19.10.2020 - 11:35 Kommunuval 2020 Politikkur

Tað er í skúlanum, vit møtast og mennast. Gerast varug við samleika og upphav. Knýta bond og læra at vera góð við hvønn annan. Tað er í skúlanum, at vit sóknarbørn  verða sameind til eina sterka familju. Góð barnaminnir eigur skúlin eisini at geva okkum. Skúlin eigur tí altíð at vera raðfestur fremst.

Vit gleðast øll um nýggja skúlan. At byráðið tók hetta stóra stig at fara undir hesa snotuligu verkætlan. Og sjálvandi eigur at verða hildið á, við ikki bara 2 og 3 byggistigi, men læt tað verða eina on-going prosess at halda skúlan ajour og í fysiskum topp form.

Ikki bert á fysiska partinum, bygningum. o.ø, men eisini á innihaldsliga partinum.

Hjá nýggju familjuni er barnið alt. Barnið skal bara hava tað allar besta. Eisini besta skúlan. Eitt stórt krav, men eisini eitt gott og yvirkomuligt krav, um vit vilja tað.

Men hetta setur krøv og serliga til læraran.

Tí eiga vit at taka hond um læraran.

Væl vita vit, at lærarar eru ymiskir, sum vit øll menniskju eru ymisk. Havi mangan hugsað um, hvussu stórt trýst mangan man liggja á læraranum. Eg minnist, hvussu vit vóru sum næmingar. Rokni ikki við, at støðan er betri nú. Krøvini eru nógv broytt, og nógv fleiri blanda seg. Lærarin stendur so einsamallur við stórari ábyrgd. Vit hava brúk fyri, at lærarin hevur tað gott, um barnið skal fáa gott í skjáttuna á lívsleiðini.

Skúlaverki er ein stirvin skipan. Lønir, tímanormering, náms- og lesiætlanir er alt stýrt sentralt úr Mentamálaráðnum, og hevur kommunan sum so einki við hetta at gera. Pengar til nakað meir har eru tí eingir at heinta hagani.

Men kommunan átti at farið inn við eini játtan til trivna hjá lærarunum. Vit kenna m.a. hetta við HR-leiðslu frá størri arbeiðsplássum. Simpulthen at sett fólk (og pengar) av til at taka sær av, at lærarin trívist og hevur tað gott.  Fyritreytin fyri at barnið fær eitt gott upplivilsi og gott í beini úr skúlanum er, at vit hava ein frískan og góðan lærara.

Eisini eitt kappingarbarometur.

Norðurøki fær ikki í eins stóran mun lut í tilflytarum av barnafamiljum, sum flyta heim eftir loknan lestur. Tað er væl kent, at “vit flyta heim, tá børnini fara í skúla”. Akkurát tá hevur skúlin serliga nógv at siga. Vit vilja okkara børnum tað besta. Tí er valið lættari, um skúlin ber orð fyri at vera ein góður skúli. Og tað eiga vit at stremba eftir.

 

Við Klaksvíkskvøðu

Frímund Hansen
Um Eiði 8
Svínoy

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…