Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bókaútgáva: Fiskivinnan sum broytingaramboð

SKRIVAÐ: Fróðskapur  |  19.10.2020 - 19:00 Mentan Tíðindaskriv

Fróðskapur hevur givið út bókina Fiskivinnan sum broytingaramboð hjá amtmanninum. Hetta er ph.d.-ritgerð, sum Erling Isholm vardi í november í fjør. Bókin er 624 blaðsíður, og hon kostar 398 krónur í bókabúðunum.

Í bókini verður lýst, hvussu amtmaðurin við einum mentum amtsstovni gjørdist oddamaður í moderniseringini av føroyska samfelagnum fyrra helming av 19. øld. Greitt verður frá, hvørjar møguleikar skiftandi amtmenn sóu í fiskivinnuni, tí í 1832 hendi eitt avgerandi skifti í føroyskari søgu, tá ið amtmaðurin skuldi taka støðu til, hvat gerast skuldi við mongu klagurnar frá útróðrarmonnum um fremmand fiskiskip.

Í fleiri hundrað ár hevði svarið upp á slíkar klagur verið, at landið skuldi steingjast og verjast betur, men nú valdi amtmaðurin eina aðra leið. Heldur enn at verja føroyskt sjóøki, skuldu føroyingar kappast við útlendsku skipini. Tað varð byrjanin til eina drúgva gongd at menna føroyska fiskivinnu.

Hesar royndir høvdu við sær, at gongd var komin á privat rikna fiskivinnu, áðrenn Einahandilin varð tikin av í 1856, og tí vóru føroyingar ikki heilt ófyrireikaðir til nýggju tíðina, sum tá kom.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!