Lýsing
Lýsing
Lýsing
Íslendingar hava ikki føroysku regluna um burturfall, og hava tí altíð skrivað Klakksvík við tveimum k'um. | Mynd: Wikipedia

Pállsdóttir er nú loyvd aftur, men ikki Klakksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.10.2020 - 21:07 Mentan

Ein lesari hevur vent sær til Norðlýsið við spurninginum um, hvussu tað ber til, at Klaksvík bert stavast við einum k’i í miðjuni heldur enn tveimum, tá býurin jú er uppkallaður eftir Klakki, ið hevur tvey k. Nýliga frættist frá Málráðnum, at tey hava loyvt staviháttunum Pállsdóttir, Finnsdóttir, Oddsson og Hallsson aftur. Men broytingin er bert galdandi fyri faðirsnøvn ella sonevnd patronym.

Norðlýsið vendi sær til Sólfinn Hansen, málfrøðing og lim í Málráðnum, við spurninginum. Og svarið er, at tað upprunaliga var Klakksvík við tveimum k’um í miðjuni. Somuleiðis æt oyggin vestanfyri Kunoynna Kallsoy við tveimum l’um. Men tann 12. mai 1954 blivu hesi bæði og onnur orð og nøvn broytt, soleiðis at tað ikki longur var í tráð við rættstavingina at skriva Klakksvík og Kallsoy, og at framyvir skuldi skrivast Klaksvík og Kalsoy. Á sama hátt skuldi Oddsson stavast Odsson.

Reglan frá 12. mai 1954 ljóðar: “Av tveimum eins hjáljóðum dettur annað burtur, tá ið eitt triðja hjáljóð kemur afturat fremst í bendingarending (illur, ils-ligur) ella í eftirskoyti (ilska)”.

Tí skriva vit t.d. floksformaður við einum k, hóast stovnurin er flokk-. Fleiri undantøk eru tó til hesa reglu, 1) orð, ið eru samansett av tveimum heilum orðum (ill-lýsi), 2) framman fyri -skapur, -leiki, -dómur, -ligur, og 3) í samansetingunum ttr, kkj, kkl, kkr og ddr. Tí skriva vit framvegis styttri, søkkja, súkkla, tjykkri og faddrar.

Søgan aftanfyri er, at í 1947 varð millumtinganevnd settur at áseta rættstaving í skúlabókum við Christiani Matras, Eriki Petersen, Hákuni Dam, Rikardi Long, valdir av Skúlastjórnini og Mariusi Johannesen, valdur av Lærarafelagnum. Lutvíst tilmæli varð lagt fram í framløguskrivi 22. oktober 1952, ið kann lesast á s. 73-82 í Løgtingstíðindum sama ár. Eitt av úrslitunum av arbeiðnum hjá hesi millumtinganevnd var burturfallið av øðrum eins hjáljóðinum, sum lýst í omanfyrinevndu reglu. Nøkur undantøk komu beinanvegin, onnur so við og við.

Tann 10. september í ár, 2020, samtykti Málráðið, at faðirsnøvn ikki longur skuldu vera fevnd av hesi reglu. Ein orsøk var, at tað varð ikki mett at vera rætt, at dóttir Páll skuldi stavast Pálsdóttir, tí tað var ikki gjøgnumskygt, um faðirin tá æt Pál ella Páll. Og somuleiðis kundu onkur óheppin faðirsnøvn íkoma. Til dømis gjørdi reglan, at dóttir ein, ið æt Bill, skuldi stavast Bilsdóttir. Loyvt er tí nú at skriva Billsdóttir, Pállsdóttir, Hallsdóttir, Finnsdóttir o.s.fr. aftur.

Ein onnur orsøk til at vent nú verður aftur til staviháttin við tveimum eins hjáljóðum í faðirsnøvnum er, at mong hava skrivað seg við báðum hjáljóðunum, hóast tað ikki var loyvt. Her varð sostatt útint eitt slag av “civilum ólýdni”, har fólk noktaðu at fylgja regluni um burturfall. Hetta hevur uttan iva við samleika at gera, sigur Sólfinn Hansen, tí fólkanøvn hava eina serliga kensluborna støðu fyri bæði beraran og familjuna.

Sólfinn Hansen leggur afturat, at helst hevði tað verið rættast at farið aftur til gamla stavimátan í staðarnøvnum eisini, soleiðis at Klaksvík og Kalsoy aftur kundu verið skrivaðar Klakksvík og Kallsoy. Málfrøðiliga er hetta rættari, tí harvið er stovnurin í orðunum, ávikavist Klakk- og Kall-, hin sami allan vegin í bendingini.  

Tann í Klak(k)svík so kendi Nólsoyar-Páll hevur fingið bæði ein garð og eina gøtu uppkallað eftir sær, men má framvegis finna seg í, at tey sambært galdandi reglum mugu eita Nólsoyar-Páls gøta og Garður Nólsoyar-Páls. Og stavihættirnir Klaksvík og Kalsoy eru framvegis teir alment røttu. Broytingin, ið samtykt varð í Málráðnum 10. september 2020, er bert galdandi fyri faðirsnøvn. Men møguliga verður hon víðkað seinni, hvør veit?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…