Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frá teksti til pall

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  20.10.2020 - 14:42 Mentan Tíðindaskriv

Tjóðpallur føroya bjóðar nú øllum sjónleika- og lesiáhugaðum at vera við til at lesa og viðgera leikrit saman við dramaturgum og palllistafólkum. 

Hvussu lesa og tulka vit handrit? Hvussu flyta vit skrivaða orðið til livandi orð og myndir á pallinum? Hvussu skapa vit pallmyndir, ljós, ljóð og búnar út frá skrivaða tekstinum? Vilt tú læra meira um kreativu tilgongdina frá teksti til pall? Hesir og aðrir áhugaverdir spurningar verða vendir í lesiringinum. 

Lesiringurin hittist eina ferð um mánaðin á Tjóðpallinum til prát, kjak og hugnaliga samveru. Umframt serkøna vegleiðing frá dramaturgum er ætlanin eisini, at palllistalig fakfólk vitja og greiða frá teirra arbeiði við leikritum frá teksti til pall, eitt nú leikstjórar, sjónleikarar, scenografar o.o.

Vertir eru Birna Heinesen og Babara Hentze í Stórustovu, dramaturgar knýttar at Tjóðpallinum.
Lesiringurin hittist fyrstu ferð mikukvøldið 21. oktober kl. 18. Tað er ókeypis at luttaka og tilmelding fer fram á info@tjodpallur.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti