Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ-B36 mikukvøldið er avgerandi fyri síðsta Europaplássið í landskappingini

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.10.2020 - 17:16 Ítrottur Tíðindi

KÍ og B36 kappast saman við NSÍ um 2. plássið.

Í landskappingini í ár eru bara tvey Europapláss at kappast um, meðan tað síðsta verður í kappingini um løgmanssteypið, har KÍ fyrr í ár bleiv útsligið av HB. Sostatt má KÍ enda í topp 2 í landskappingini fyri at vissa sær Europapláss, meðan eitt 3. pláss ger, at neyðugt verður fyri hjálp frá topp 2 liðunum í kappingini um løgmanssteypið. 

 

Í løtuni liggur NSÍ á 2. plássi, men KÍ og B36 liggja beint aftanfyri og hava spælt færri dystir.

2. NSÍ 53 stig (23 dystir)

3. KÍ 51 stig (21 dystir)

4. B36 49 stig (22 dystir)

 


Hyggja vit so eftir dystunum, ið liðini hava eftir og taka botn 5 dystirnir burtur (har topp 4 liðini hava vunnið 53 av 54 dystum í ár), so hevur KÍ hesar:

B36 (h)

Víkingur (ú)

NSÍ (ú)

HB (h)

 


NSÍ hevur hesar:

Víkingur (h)

HB (ú)

KÍ (h)

B36 (ú)

 


B36 hevur hesar:

KÍ (ú)

Víkingur (ú)

NSÍ(h)

 

Sostatt hevur B36, ið liggur aftast av hesum trimum liðunum, tað á pappírinum lættastu skránna. B36 er einasta liðið, sum ikki hevur oddaliðið HB eftir. Dysturin mikukvøldið, ið byrjar kl. 18.30, verður undir øllum umstøðum sera týdningarmikil.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…