Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Listi Á - Nýggjur listi í Fuglafirði 

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  21.10.2020 - 08:00 Politikkur Tíðindaskriv

11 valevni eru komin saman um at seta á stovn nýggjan lista til kommunuvalið í Fuglafirði tann 10. november. Talan er um 5 kvinnur og 6 menn, harav eru tveir av monnunum núverandi býraðslimir, ávíkavíst borgarstjórin og formaðurin í Mentamálanevndini. 

Listi Á hevur tríggjar yvirskriftir, har øll stevnuskráin verður arbeitt útfrá. Hesar yvirskriftir eru: Trivnaður, umhvørvið og samstarv. 

Hetta eru yvirskriftir í breiðum merkingum, men av tí at tað er politikkarans ábyrgd at seta kósina í kommununi, er tað umráðandi at hava ein greiðan arbeiðssetning. Listi Á vil tryggja, at tað er borgarin sum er í miðdeplinum, tá kósin verður sett fyri tey komandi fýra árini. Listi Á setur til eina og hvørja tíð borgarin í fremstu røð.

Listi Á heldur tað vera umráðandi, at kommunan heldur áfram við at fremja góðan trivna og skapa karmar, fyri tey sum búgva og virka í kommununi. Harumframt til tey, ið ynskja at seta búgv í okkara kommunu. 

Umhvørvið, bæði í mun til burðardygd og í mun til tað estetiska, skal setast á breddan, so Fuglafjørður kann gerast ein fyrimyndarlig kommuna á tí økinum. 

Har afturat, er tað av avgerðandi týdningi fyri Lista Á, at fáa í lag álítandi samstørv ímillum kommunu og vinnu, ímillum kommunumørk, ímillum kommunu og land, og ikki minst ímillum kommunu og borgaran, tí hetta er umráðandi fyri tryggleika borgarans og trivnaðin í kommununi. “Trívist borgarin, trívist kommunan”, er niðurlagið hjá Lista Á. 

Listi Á er til reiðar at taka ábyrgd í býráðnum í Fuglafirði komandi fýra árini.

Tey sum umboða Lista Á eru: 

Gudny Vang, Ólavur Larsen, Lillian Jacobsen, Sonni á Horni, Bergtóra Cederiusdóttir, Sæbjørn Leiti, Niels Midjord, Rebekka P. Zelander, Thordur Egholm, Anna H. Abrahamsen og Jóhan Petersen

Leinkja til Lista Á á Facebook: https://www.facebook.com/listiafuglafjordur

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Sangskriving og tónleikafram­leiðsla he…
Virkið Vár: Hugni við skótunum
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Virkið Vár: Stjørnan bjóðar til Trille T…
Tiltøk í vikuni
Støkk havt aðalfund
Nýggi leiðarin í Kvinnu­húsi­num er Asløg…
Virkið Vár: Várkafé á bókasavninum
Nógvir kendir og sera spennandi nýggir t…
Nýtt staklag og sjónbandalag frá Eivør 
Fimleika­høllin verður veruleiki!
KÍ spældi seg trygt í hálvfinalurnar
Marius Ziska á Tórsfest 2026
Vikuskiftirmøtir hjá kirkjuliga missións…
Býráðsskráin 30. apríl
Virkið Vár: Verkstova um matoyðsl í Róti…
Næmingar á Matvørubreyt­ini á TSK staðið…
Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hj…
Summar­ansing 2026
Fóðurflaki á Lambavík
Lýsing