Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vegir, breytir og gøtuljós skulu raðfestast enn hægri

SKRIVAÐ: Herfrí Sørensen, valevni Fólkafloksins  |  21.10.2020 - 09:00 Løgtingsval 2019 Politikkur

Viðlíkahald og dagføring av vegum, gongubreytum og gøtuljósum skal raðfestast hægri tey komandi árini, ikki bara í miðbýnum, men kring um í kommununi. Í Mikladali/Trøllanesi og í Svínoy hevur tað givið sera góð úrslit at seta fólk burturav til hesar uppgávurnar. Hetta eiga vit at umhugsa at gera í størri mun aðrastaðni í kommununi.

Nú ein dagin las eg eina viðmerking frá einum veljara, sum førdi fram, at fleiri av gomlu vegunum í Klaksvík síggja framvegis út, sum teir gjørdu í 60unum, har tað bara er kleimt eitt sindur av asfalti omaná.

Eitt nú nevndi viðkomandi, at eingin gongubreyt er við Selheygsgøtu frá Kommunubrekkuni og heilt heim til Christianskirkjuna, og at sama skil er við Stangavegin, sum er høvuðvegaæðrin norðureftir, har heldur eingin gongubreyt er frá Magn og norður til Victor á Lakjuni.

Hetta helt hesin veljarin vera eitt sindur ringt at skilja, og her kunnu vit ikki annað enn geva honum rætt, tí tað er rættiliga undrunarvert, at so sentralir vegir yvir eitt 50 ára tíðarskeið ikki eru blivnir dagførdir við m.a. gongubreytum.

 

Tað loysir seg at seta fólk beinleiðis til uppgávuna

Tá tað kemur til viðlíkahald og dagføringar av slíkum slagi, vísa royndir hjá kommununi, at tað loysir seg at seta fólk, sum burturav røkja slíkar uppgávur og ikki verða tikin frá til aðrar uppgávur.

Hetta hava vit sæð og fingið sera góðar royndir av eitt nú í Mikladali/Trøllanesi og í Svínoy, har staðbundnu menninir veruliga hava gjørt mun við støðugt og áhaldandi at fríðkað, dagført og viðlíkahildið. Tað er sjón fyri søgn í dag í hesum bygdum.

Tí vil eg mæla til, at komandi býráð kannar møguleikarnar fyri at gera nakað av tí sama í Klaksvík og aðrastaðni. Hví ikki brúka mannagongdir, sum geva úrslit?

 

Ov myrkt í støðum har fólk ganga

Í tí myrku tíðini av árinum, sum heldur ikki er so stutt, hevur tað alstóran týdning fyri trivnaðin millum borgararnar, at tað er ljóst á teimum plássum, torgum, gøtum og gongubreytum, har fólk eru til gongu ella halda til.

Hetta er gott á nógvum støðum, men eisini eru nøkur støð, m.a. í Klaksvík, har tað er ov illa upplýst. Her kann eg til dømis nevna onkur øki við skúlan, og eisini í støðum á og kring ítróttarøkið hevur tað í drúgva tíð verið alt ov myrkt.

Tað er ikki vist, at tað kostar so nógv at bøta um hesi viðurskifti, sum eg avgjørt fari at arbeiða fyri at raðfesta hægri í komandi árum, um eg fái undirtøku frá veljaranum til býráðsvalið 10. november.

 

Mikladalur, 20. oktober 2020

Herfrí Sørensen, valevni Fólkafloksins

Lýsing
Seinastu tíðindini
Forvitnisligar royndarverkætla­nir á Skúl…
Havsbrún er ein sera fjøltáttað fyritøka
Líðhamar 25.000 pund á bankanum
Lands­stýris­maðu­rin vitjaði JFK
Teistin royndi rampuna vestarumegin
Fiskaklettur og Búgvin landað í dag
Evropa dystirnir undir luppin
100 fermetrar stórt KÍ flagg
Her sæst KÍ dysturin hóskvøldið
Postkort úr Finlandi
Nýggj pantskipan á G! minkar plastdálkin…
Hóskvøldið spælir NSÍ altjóða dyst í Kla…
KÍ Varpið vísir ikki útidystin móti SJK
Góð úrslit hjá føroysku peningastovnunum
Myndarøð: Víkingur - Lincoln Red Imps
Myndarøð: KÍ á veg til Finlands
Nú skal tað verða - Klaksvíkin skal rudd…
Stakkavík 6000 pund
Søgan um Merle Haggard (6:9)
Poula fer at stýra ítrótti­num á Betri Oy…