Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vegirnir krossast - við kross Jesusar

SKRIVAÐ: Ragnar Ludvig  |  25.10.2020 - 19:42 Lesarabrøv

Orð Guds lærir, at menniskjan skal verða til í allar ævir. Hvør tann, ið lesur um teir ævigu lutirnir í bíbliuni, verður skjótt greiður yvir álvarsomu upplýsingina, um tveir endaligar og ævigar staðir. Staðurin har tú skalt verða ævigt, er ófrávíkiliga treytaður av tíni persónligu avgerð í hesum lívinum.

Hin avgerandi spurningurin ljóðar soleiðis: Hvat gjørdi tú við Jesus?

Annaðhvørt vrakar tú tilboð Guds um náði og fyrigeving fyri syndir tínar og á tann hátt vrakar tú eisini Jesus, sum tín persónliga frelsara og eftirfylgjandi Harra her í lívinum. Hitt alternativið er, at taka ímóti Jesusi og loyva Honum, at verða lív títt framyvir.

 

Í eygum Guds finnist eingin passaliga gyltur miðalvegur. Tveir eru vegirnir, lærir Bíblian. Annar teirra førir menniskju til eitt myrkt og ræðuligt Helviti. Hin vegurin førir menniskju til hitt hátignarliga og undurfulla ríki Guds.

 

Einasti staður á jørð, har hesir báðir vegirnir krossast, er við krossins fót á Golgata. Tað var har Jesus bleiv krossfestur og doyði fyri hvønn tann, sum trýr Honum. Jesus er hurðin, ið førir inn á veg Guds. Bíblian ávarar við týðiligum bókstavum, at upplýst menniskju mugu taka eina persónliga støðu við Golgata kross. Antin vrakar ella tekur tú ímóti náðiríku frelsugávu Guds við trúgv á Son Hansara, Jesus Kristus. Gev Gudi loyvi, at rannsaka hjarta títt, um tú veruliga elskar Jesus ella ikki. Eru Jesus og tú ektaðir vinir?

 

Í Matt. 7 lesa vit um tvey væl kend portur. Eitt vítt portur og eitt trongt portur. Tveir vegir, ein breiður og ein smalur. Tvey fólkasløg, ein stór fólkamongd og eitt lítið fylgi. Tveir endaligir bústaðir, hin deyða tilveran í Helviti og hini livandi tilveran í ríki Guds. Tvey trøð verða eisini nevnd. Tað ringa og tað góða træið. Tvær fruktir, hin vánaliga og hin góða. Tveir hondverkarar, ein vánaligur og ein góður. Tvey hús, eitt veikt og eitt sterkt.

 

Hesin bíbliuteksturin er ein partur av undurfulla gleðiboðskapi Guds, ið inniliga ber boð um, at alt snýr seg um hetta, at lata seg frelsa frá vreiði Guds og ævigari fortaping. Tí Gud hatar synd. Ikki somikið sum eitt gramm av synd sleppur inn í ríki Guds. Vit hava tørv á, at fáa syndir okkara reinsaðar burtur í dýrabara blóði Jesusar.

 

Jesus sigur: “Farið inn um hitt tronga portrið! Tí portrið er vítt, og vegurin er breiður, sum førir til undirgang, og tey eru mong, sum fara inn um tað; og portrið er trongt, og vegurin er smalur, sum førir til lívið, og tey eru fá, sum finna hann.” (Matt. 7, 13 – 14).    

 

Hin almenna skyldan hjá okkum, sum prædika evangeliið, hevur altíð verið tann, at vit standa andlit til andlits við øll menniskju og leiða ófrelstar sálir heilt fram til hitt tronga portrið. Tann, sum fer ígjøgnum hitt tronga portrið verður sanniliga bjargaður. Hareftir ferðast tann frelsta sálin á tí tronga vegnum, ið førir til Himmals.

 

Eisini er tað álagt okkum, at ávara um hitt víða portrið og hin breiða vegin, ið altíð førir til undirgangs. Einans tann, sum hevur sæð og viðgongur sína persónligu synd og syrgiliga standin í lívi sínum lýkur treytirnar fyri, at toknast Gudi. Á tann hátt er tað møguligt, at koma sjálvboðin til Jesus og biðja um fyrigeving fyri syndir sínar. Jesus tekur einans ímóti menniskjum, sum erliga viðurkenna sítt gjaldtrot og sín persónliga tørv á, at verða frelst. Men undanførslur, sjálvrættvísi og egin verk verður rokna sum vanvirðing av sera kostnaðarmiklu frelsu Guds.

 

Tað er einki ivamál, at Harrin Jesus í síni innbjóðing bønar og biður menniskju um, at fara inn um hitt tronga portrið. Og samstundis ávarar Hann okkum um ikki, at fara inn um hitt víða portrið.

 

Tað er eyðsæð, at øll ferðandi á tí breiða vegnum, eru merkt av manglandi andaligari støðutakan. Tískil reka øll fyri vág og vind í villleiðandi streyminum á lívsleið síni. Við tíðini havi eg møtt andaliga blindum menniskjum í hópa tali. Felags fyri mong teirra er eitt tvílynt lív við tveimum ymsum og ósambærligum fatanum um, at samanleggja kristiligt og verðsligt lív og soleiðis skapa sær egnan lívsstíl her á jørð. Og mong ung hava eina vanheilaga filosofi um, at verða ein kristin og álíkavæl ballast víðari. Fólk royna at nærkast Gudi eftir egnum vilja fyri, at fáa í posa og sekk. Men alt hetta er av sonnum uppreistur ímóti Gudi. Og slíkar samansetingar innan kristiligt og verðsligt lív, eru ikki ein bíbilskur møguleiki.

 

Jesus viðurkennir ikki eitt lív á breiða vegnum. Tí hin breiði vegurin borðreiðir einans við skemti, spæli, stuttleika, mentan, útbúgving, rúgvuvís av tiltøkum, jagstran eftir peningi, girnd eftir valdi, dýrum skikkum, og mongum øðrum niðurbrótandi tilboðum við stokkutari gleði. Hetta innihaldið er tíverri blivið partur av okkara fáfongdu virðum og tráan, sum samfeløgini meira og minni byggja á. Og er enntá blivið gerandisdagur fyri mong. Tað sigur seg sjálvt, at húsið raplar fyrr ella seinni, sum vit eisini lesa um í Matt. 7. Og fallið verður stórt.

 

Eitt loyndarmál við breiða vegnum er hetta, at vegurin við tíðini reint sinnisliga gerst smalari og smalari. Eingin sleppur undan, tí Djevulin situr við valdi í hesum spilta heimi. Og hann unnir ikki menniskjum nakað gott. Vald hansara er merkt av hevnd mótvegis Gudi og ætlan hansara er, at koyra mannaættina í óføri á breiða vegnum. Aldurin sníkir seg inná lív okkara og ikki kemur aldurdómurin einsamallur. Førleikarnir minka og náttúruligar avmarkingar gera seg galdandi í lívinum. Vinirnir doyggja burturav og vegurin inn í einsemi lúrir av álvara. Endastøðin á breiða vegnum er deyðin. Tá er ov seint, at venda sær til Jesus Kristus og biðja um fyrigeving. Eftir deyðan skalt tú rísa upp aftur til dóms og síðan kastaður í eldsjógvin.

 

Upprunaliga orðið “undirgangur” í Matt. 7, 13 ger ikki menniskju kunnug við deyðan ella tankan um, at vit ikki eru til meir. Tvørturímóti. Orðið í tekstinum gevur okkum eina hugmynd av einum spiltum mannalívi, sum av egnum ávum fór á húsagang. Eitt mannalív, sum misti møguleikan til Heilaga Andans vælferð og vælveru og endaði tískil tilvitað í ævigari fortaping.

 

Tað er sera harmiligt, at hitt tronga portrið, ið førir menniskju inn á hin smala vegin, av mongum menniskjum upp ígjøgnum tíðirnar hevur verið hildið, at verða ov trong leið, at ferðast á. Hetta má sigast, at verða eitt av ringu svikaráðum djevulsins. Og okkara samtíð er ikki undantikin.

 

Harafturat prædika mong eina falska, rúmliga og kitlandi læru, sum í veruleikanum inniheldur blasfemisk tilboð á tí breiða vegnum. Slíkt førir við sær, at mong halda seg verða á smala vegnum og eru tað ikki. Summir ráðgevarar eru so snildir, at teir megna, at leiða fólk inn í ein hugaheim við falskari trygd, um lívlangt ríkidømi og góða heilsu á tí breiða vegnum.

 

Men orð Guds lærir um ein heilt annan veruleika. Við tronga portrið hanga eingir bannarar við følskum lyftum um verðsligir ágóðar, likamliga vælferð og vandaleyst lív. Tvørturímóti! Hitt tronga portrið tryggjar ikki kristnum menniskjum ímóti trongdum, forfylging, hungursneyð og enntá morð. Hitt tronga portrið inniber einki tilboð, ið stríðir ímóti orði Guds. Tað má roknast fyri, at verða villleiðing av ringasta slag, um leiðin til himmals verður hildin, at verða á smala og breiða vegnum í senn. Nei, einki vegasamband er ímillum vegirnir báðir. Men Golgata krossur har Jesus hekk, er staðurin har vegirnir krossast.

 

Jesus sigur: “Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.” (Matt. 6, 24).

 

Í tekstinum merkir “mammon” ríkidømi og at “tæna” merkir trælur ella ófrælsur maður. “Harrum” merkir treytaleysir eigarar, tað vil siga, at trælaeigarin eigur hin ófrælsa trælin við húð og hár og uttan nakra treyt um ognarviðurskiftir. Antin ert tú fullkomiliga ófrælsur trælur hjá syndini ella fullkomiliga frælsur “trælur” hjá Kristusi. Nú skilja vit betri hví Jesus sigur, at tað er ómøguligt, at tæna Gudi og mammon í senn. Tí hetta hevur við ognarviðurskiftir at gera og er fullkomiliga ómøguligt at praktisera samstundis. Annaðhvørt hevur tú djevulin til faðir og tænir honum í hesum illa falna heimi ella hevur tú Gud til faðir og tænir ríki Guds í heiminum. Altso, annaðhvørt umboða vit ríki heimsins ella umboða vit ríki Guds og tað er allur munurin.

 

Ei heldur er tað møguligt, á nakran hátt, at ferðast ímillum Helviti og Himmiríki. (Luk. 16.26). Tað stendur skrivað, at eitt “óført dýpi,” ið merkir djúpt opið sár, skilir Himmiríki og Helviti at. Ímynda tær tann, sum leggur á bláman og ætlar sær at svimja yvirum og soleiðis sníkja seg inn í ríki Guds. Eitt er vist, at viðkomandi gongur burtur, søkkur og druknar í djúpu blóðigu sárum Kristusar. Um tú vilt liva, so mást tú lata teg baða og reinsa í blóði Kristusar hesumegin helvitisportrið.

 

Hin smali vegurin til himmalin inniber eisini eitt loyndarmál. Hesin vegurin víðkar ár um ár. Hendan vælsignaða og høgt elskaða gøtan víðkar samsvarandi vakstrarlagnum hjá tí frelsta í náði og vísdómi Guds. Tann sum er lýðin Gudi, elskar Harran Jesus meir og meir, tóat hann ikki hevur sæð Jesus, og tóat hann ikki sær, men trýr, gleðist hann í Jesusi við ósigiligari og dýrmettari gleði – líka inntil himmalin gert veruleiki. (1. Pæt. 1, 8). Tí, hin smali vegurin, ið hini rættvísu í Kristi ganga á – tey sum elska Jesus, er líkur skínandi ljósi, sum verður bjartari og bjartari, inntil hádagur er. (Orðt. 4, 18).

 

So greitt og týðuliga skrivar Harrin Jesus til okkara, við Síni naglamerktu hond, at Hann er portrið og smali vegurin til Himmalin. Soleiðis ljóðar hin týðiliga og prýðiliga yvirskriftin á tronga portrinum. Hesin heimur, sum vit nú liva í, hevur tíverri skrivað sama tekst á sítt portur t.e. hitt víða portrið. Tað stendur tíverri ikki “vegurin til helvitis” á víða portrinum, sum hann av røttum átti, at verið navngivin. Og hetta er júst orsøkin til, at mong menniskju verða villeidd. Eg sigi tær, at lívið á breiða vegnum tykist, at verða hugnaligt, men førir hóast alt til helvitis. Upplýsingin um vegirnir ber boð um tveir mótsetningar. Og orsøkin til henda hurlivasan eru tveir mótsigandi átrúnaðir í heiminum. Tann eini átrúnaðurin er sannur og gudiligur, sum av heilum hjarta tilbiður og elskar Harran Jesus. Alt annað er manngjørdir átrúnaðir, ið er ein ørgrynna av villleiðandi djevilskum lærum.

 

Umframt tveir átrúnaðir, finnast eisini tvey sløg av rættvísi. Tað fyrsta er eitt manngjørt rættvísi, ið als ikki er nøktandi í eygum Guds. Tað seinna er rættvísi Kristusar, ið er fullkomiliga rættvíst í eygum Guds. Manngjørdur átrúnaður trýr uppá sítt egna rættvísi og er tískil innantómt. Men ein sannur kristin átrúnaður setur sítt álit við trúnni á rættvísi Guds.

 

Tað er vert at leggja til merkis, at stóra rúgvan av manngjørdum átrúnaði, politikki og ideologi hevur ein innbygdan og villleiðandi felagsnevnara, ið pástendur, at tað býr okkurt gott í øllum menniskjum og at menniskjan í sær sjálvum megnar, at verða rættvís. Men orð Guds lærir júst tað øvugta. At ein andaliga vaktur persónur hevur fingið opinberað sannleika Guds í sítt hjarta um, at øll mannaættin hevur syndað ímóti Gudi og hevur sostatt tørv á náði, fyrigeving og rættvísgering í Kristi Jesusi. (Róm. 3). Tí Jesus Kristus er syndafríur og einasta rættvísa menniskja, ið til er. Men hesin falni heimur vil altíð stremba eftir rættvísi menniskjans t.d. framleiddum fólkaræðisligum rættvísi um okkara egnu rættvísgering, uttan rúmd fyri rættvísi Guds í allari fyrisiting.

 

Eg ivist ikki í, at helvitis eldsjógvur verður fullur av menniskjum, sum á ein ella annan hátt vóru hugtikin av Jesusi. Ofta havi eg hoyrt vantrúgvandi menniskju siga seg virða Jesus sum hugsjónarmann. Summi dáma væl Hansara etisku lærdómar. Og uppaftur onnur virða nøkur av Hansara úttalilsum og ymiskt annað, sum skrivað er um Jesus í Bíbliuni. Slíkur hugburður førir ikki á mál. Tað er skilligt, at hesi ikki hava gingið ígjøgnum tronga og náðiríka portrið og av berari náði móttikið Kristus í hjarta við trúgv. Tí at verða ein viðhaldskristin frelsir ongan.

 

Ein liður í frelsutilgongd Guds er hesin, at fólk verða frelst ein og ein við hitt tronga portrið. Jesus er portrið, vegurin, sannleikin og lívið. Og Heilagi Andi Guds er allastaðni í senn. Tí er tað fult gjørligt, at fólk verða frelst lið um lið og í senn. Fólk um allan heimin koma til persónliga trúgv á Jesus, sum sín Harra og Frelsara.

 

Vit lesa um ein persón, ið setti Jesusi fylgjandi spurning: “Harri, munnu tey vera fá, sum verða frelst?” Tá segði Jesus við tey: “Stríðist fyri at koma inn um hitt tronga portrið! Tí mong, sigi Eg tykkum, skulu royna at koma inn og ikki kunna.” (Luk. 13, 24).  

 

Tað er eyðsæð í aftursvarinum frá Jesusi, at vitanin um talið hjá teimum frelstu, um hvussu mong ella fá verða frelst ikki hevur stóran týdning fyri menniskju at vita. Tað sum er meira týdningarmikið í tekstinum er hetta: “Ert tú frelstur?”

 

Men akandi á knøum sínum skulu mong koma at sanna tann eina dag, at tey vóru ov sein, tí tey tóku ikki Jesus fyri fult. Minst til, lív okkara kann gerast sera stutt. Men atgongdin til náðina er somikið stór, at hitt tronga portrið verður standandi víðopið alla lívstíð okkara. Stríðist segði Jesus! Í hesum liggur ein innbygd ávaring um villleiðandi lærur og lívsstíl. Tí mong skulu royna og ikki kunna. Mong verða føst í skeivari religión, ideologi, líkasælu og kærleika til verðsligu tilveruna. Og sostatt stríðast mong menniskju dagliga í sær sjálvum. Tey vilja ikki sleppa bindingunum, sum hesin heimur hevur at bjóða teimum. Tí sigur Jesus hetta, at tey kunnu ikki koma inn um hitt tronga portrið. Tí tú mást doyggja og verða føddur at nýggjum fyri, at koma inn um hitt tronga portrið. Tú mást latast í Kristus fyri at koma inn og verða ein sannur kristin fyri, at ganga á tí smala vegnum. Tískil kunnu mong menniskju aldri gerast ferðabúgvin til himmalin, tí tað kostar teimum ov nógv.

 

Sonn andalig veking leiðir menniskju oftast grátandi til sannføringar. Tí ein sterk persónlig sannføring opinberar menniskjum teirra syndarligu støðu og spilta lív sum heild. Um vit fylgja Heilaga Andans sannføringum og eru lýðin í trúgv, verða vit frelst og tað av berari náði. Kongaríkið Guds opnar seg einans fyri teimum, ið veruliga søkja Jesus av heilum hjarta. Tann sum gongur ígjøgnum hitt tronga portrið, avnoktar sanniliga seg sjálvan. Ferðin ígjøgnum tronga portrið skilir synd og menniskju at. Hetta førir við sær, at deyðiliga syndin verður liggjandi uttanfyri. Tann sum gongur inn um hitt tronga portrið bæði doyr, verður jarðaður og rísur enntá uppaftur til ævigt lív í Kristusi. Hesi verða spildurnýggj menniskju. Tey verða fødd av nýggjum til eitt nýtt lív saman við Kristusi. (Joh. 3). Uttan endurføðing er tað ómøguligt, at toknast Gudi og venda við frá syndini og tæna Gudi heilhugaður. Tí, at koma til trúgv, er at hata syndina í okkum og elska rættvísi Guds. Hinir illu andarnir “trúgva” eisini, men teir elska syndina og hata rættvísi Guds. Tað er allur munurin, um vit skulu samanlíkna frelstar mannasálir við ævigt fortaptir einglar.

 

Og øll nýliga endurfødd menniskju eiga, at leggja sær í geyma orð hins livandi Guds, ið upplýsir teimum hetta, at Gud roknar eitt eftirfylgjandi lív í Kristusi, sum eina sjálvfylgju. (Róm 12, 1). Eitt gudiligt lív, har vit bæði hoyra, síggja og kenna tær kristiligu fruktirnar í heiminum. Men eitt fruktaleyst lív eigur at verða rannsakað, um viðkomandi persónur er frelstur í heila tikið. Tí sambært 2. Kor. 13, 5 – 8 krevst andalig rannsakan, fyri at vita, um tú stendur royndina. Tað er ein sera álvarsamur og avgerandi munur á hesum báðum fyribrigdum: (1) at halda seg trúgva og (2) at verða ein trúgvandi. Til dømis finnast mong við hægri útbúgving innan gudfrøði, ið einans hava akademiskan áhuga í Skriftini. Og summi liva eitt langt lív, uttan áhuga í persónligum heilagleika. Men Bíblian lærir, at orð krossins er jú dárskapur í eygunum hjá tí ófrelsta, sum fer fortaptur. Og vísdómurin, ið hoyrir hesum heimi til, er Gudi dárskapur. (1 Kor. 1 og 3). Hinvegin, so er orð krossins kraft Guds og livandi í lívinum hjá børnum Hansara.

 

At lata Kristus frelsa teg, er hvørki lætt og ei heldur einfalt. Nei, tað hevði neyvan verið rætt, um ein ófrelstur kom flennandi til Kristus. Tí tað er ikki lætt, at viðganga sína synd og síðan venda sær frá syndini. Tað er heldur ikki lætt, at avnokta sítt gamla og falna menniskja, at venda tí baki og hata sítt gamla lív í sjálvsøkni og hugmóð. Men, tá tú ert sannførdur í sál tíni, at leiðin gongur til helvitis, tá er tíðin búgvin, at venda um. At boyggja knø og bøna og biðja Gud býta um vreiði sína við náðiríku frelsu Sína við Jesusi Kristi. Tí náðin og sannleikin komu við Jesusi. Halleluja!  

 

Dýrt keypta frelsa Guds bjóðar okkum eitt nýtt lív saman við Kristusi. Men tankin um, at vilja verða ein sannur kristin er ikki so lættur. Hann býður tí náttúruliga menniskjanum ímóti. Tað er ikki so einfalt, at skula taka upp kross Jesusar og fylgja honum eftir og liva eitt dagligt lív í og saman við Kristusi. Góði tú, rannsaka teg sjálvan og vita um tú er ON ella OFF í Kristusi. Tað er ikki møguligt, at verða OFF og samstundis verða ein sannur kristin.

 

Í heiminum hava mong frelst menniskju stórar trongdir og sorgir av ymsum slag. Men tann, sum elskar Jesus kann verða hugreystur, tí Jesus býr í andanum hjá viðkomandi og hevur sigrað yvir heiminum. Orð Guds talar til øll, sum elska Son Hansara, fyri at tey skulu hava frið við Jesus. Ja, frið við Gud hin alvalda. (Joh. 16, 33). Friður Guds er hátignarligur, sum stígur upp um alt vit og einki kann órógva vælsignaða frið Guds, ið hvílir í hjørtunum hjá børnum Hansara. Av berari náði í Kristi fullgjørda verki á Golgata, havi eg persónliga fingið frið Guds í mítt hjarta. Tað er altíð blika logn í sál míni. Tað prísi og takki eg Harranum fyri – frið Hansara – í lívið mínum.

 

Ein sera týdningarmikil funktión, sum friður Guds stendur fyri er, at varðveita hjørtu og hugsanir hjá børnum Hansara í Kristi Jesusi. (Fil. 4, 7). Sonn kristin menniskju á smala vegnum eru áhaldandi í kríggj ímóti helvitis kreftum og gomlu falnu náttúru okkara í likaminum. Svar Guds er fylgjandi: “Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!” (Fil. 4, 6).

 

Okkara himmalski Faðir er persónliga áhugaður í staklutum og hvørjum smáluti í lívi okkara. Ígjøgnum Jesus Kristus havi eg fingið atgongd til kærleiksfullu og elskuligu nærveru Guds.

 

Góði elskaði lesari! Tað er mín bøn og hjartans ynski, at tú loyvir evangeliinum, ið er kraft Guds til frelsu fyri hvønn tann sum trýr, at vekja og frelsa teg. At tú skalt seta títt persónliga álit við trúgv á Gud og Sonin, Jesus Kristus. Og lata Gud uppbyggja, styrkja og varðveita teg ígjøgnum sítt heilaga orð. Amen!

 

 

Blíðastu heilsanir

Ragnar Ludvig

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Fólk við trygdarábyrgd mugu skilja hvørt…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda Sund ti…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda SundHEV…
Broytingar í ferðsluni
Kaj Eli Blábjørg til minnis
Tøk pláss á Tøknibreyt­ini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Lýsing