Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Býráðið skal raðfesta dagstovnaøkið hægri

SKRIVAÐ: Herfrí Sørensen  |  25.10.2020 - 21:03 Kommunuval 2020 Politikkur

Fái eg veljarans álit á býráðsvalinum, vil eg virka fyri, at býráðið tey komandi árini fer at raðfesta dagstovnaøkið munandi hægri, enn gjørt er higartil.

Dagstovnar og í dagrøkt er ein tann fyrsta almenna tænastan, sum foreldrini lata síni ungu børn upp í hendurnar, og tí er tað sera umráðandi, at hesir kommunalu stovnar fáa tann ans og tær játtanir, sum eru neyðugar fyri at veita eina nøktandi tænastu og, ikki minst, at tryggja nøktandi karmar um  virksemið.

 

Klaksvíkar kommuna er heppin at hava dugnalig starvsfólk og leiðarar á hesum øki, sum gera eitt gott arbeiði. Hetta síggja vit eisini í teimum nøgdsemiskanningum, sum kommunan hevur gjørt seinastu árini.

 

Samstunds mugu vit tó ásanna, at hetta økið fær ikki nóg høga politiska raðfesting. Her hugsi eg serliga um tað, sum verður játtað og gjørt fyri at viðlíkahalda og dagføra karmarnar, tvs. høli, leikur og útiøki.

 

Hetta er ikki í lagi, og hetta ætli eg mær eisini at arbeiða fyri at fáa broytt, fái eg møguleikan til tað eftir valið. Sum á so nógvum øðrum økjum snýr tað seg um at seta pening av til viðlíkahald og til dagføringar.

 

Vit hava dugnaligar húsavørðar, sum gera eitt gott arbeiði, men fyri at fáa dagførdar karmar krevjast nøkur eyka átøk og ein størri játtan, sum verður markað til hetta endamál.

 

Nýggi dagstovnurin

Tað hevur eisini gingið ov seint við byggingini av nýggja dagstovninum Oman Valrætt, sum leingi hevur ligið í kortunum at byggja.

 

Hetta er ein spennandi og neyðug verkætlan, og tí má ikki drálast longur, men setast full ferð á byggingina, so hann kann standa liðugur skjótast møguliga.

 

Hesum vil eg eisini virka fyri.

 

Mikladalur, 25. oktober 2020

 

Herfrí Sørensen

Býráðslimur og valevni fyri Fólkaflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Lýsing