Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Óli Petersen

Botnleysa holið í Marknagili

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.10.2020 - 10:15 Politikkur

Hann skuldi vera eitt risastórt framstig, skúladepilin í Marknagili. Og í ávísan mun hevur hann verið eitt framstig. Men tá tað kemur til kostnað, tosa vit beinleiðis um eitt afturstig ella fleiri. Líkt var til, at nú skúlin varð liðugur í 2018 og tvey ár afturat eru fráliðin, so var sloppið, men skúlin blívur bara við og við at kosta. Her verður ikki hugsað um dagliga rakstrarkostnaðin, ið sjálvandi skal vera har, men um eykaútreiðslur.

Í uppskotinum til eykajáttan fyri oktober stendur “Eisini verður biðið um, at løgujáttanin til Skúladepil við Marknagil verður hækkað við 6 mió. kr.” og við tí man samlaði kostnaðurin av bygninginum vera farin langt upp um 800 milliónir. Og kortini verður í fullum álvara diskuterað, um at veðurtryggja eitt tjald til yrkisnámið á skúlanum! Her hevur skúlin so á ongan hátt verið nakað framstig. Landsins dýrasti bygingur, men lærlingarnir mugu eisini í hávetri út í eitt tjald at vera. Tað lata vit líka standa eina løtu.

Víðari stendur: “Glasir, Skúladepilin í Marknagili. Námsferðin, sum næmingar á Glasi skuldu til Fraklands og Portugals í vár bleiv avlýst, tí skúlin, í samráð við Uttanríkis- og mentamálaráðið, noktaði næmingunum at fara á hesar námsferðir orsakað av sjúkuvandanum, sum stóðst av COVID-19 smittuni. Næmingarnir høvdu goldið fyri ferðaseðlar, uppihald og ymisk tiltøk, sum tey skuldu til á námsferðini.

Sambært uppgerð frá Glasi kostar námsferðin 1,65 mió. kr. meðan næmingarnir hava fingið endurgoldið slakar 300 tús. kr. Næmingarnir hava tí mist 1,35 mió. kr. Talan er um pening, sum næmingarnar í felag hava samlað saman ella goldið sjálvir. Uttanríkis- og mentamálaráðið metir seg at hava eina moralska skyldu at endurrinda næmingunum mista peningin, tí Glasir hevur avlýst námsferðirnar, og ikki næmingarnir sjálvir. Uttanríkis- og mentamálaráðið søkir tí um at 1,35 mió. kr. verða játtaðar til Glasir, eyðmerktar til endurgjald í sambandi við námsferðir. Glasir fær ábyrgdina av at endurrinda peningin sambært nærri ásettum treytum.”

Her verður spælt uppá kenslurnar. Tí sjálvandi var tað stór synd í næmingunum, sum høvdu glett seg til túrin og høvdu lagt nógva orku í at savna pening saman. Peningaligi missurin er helst tann minsti parturin av hesum, hóast vit væl vita, at lesandi miðnámsskúlanæmingar ikki hava tað stóra at rutta við.

Men ein stórur partur av hesum kundi verið fyribyrgdur við betri tilrættalegging. Tá ferðir verða bílagdar, eigur ein altíð sjálvur ábyrgdina fyri at tryggja seg í neyðugan mun, skuldi ferðin verið avlýst av umstøðum, sum ein ikki sjálvur hevur ræðið á. Og ferðir flest hava møguleikar fyri avlýsingartryggingum. Tá tað kemur til hotell, ber næstan altíð til at velja møguleikan at kunna avlýsa líka fram til dagin fyri ætlaða komu. Tá rindar man eitt vet meira fyri uppihaldið. Velur man bíligastu loysnina, ið er at gjalda frammanundan uttan møguleika fyri afturrindan, so hevur ein á ein hátt sjálvur valt at taka ábyrgdina á seg.

Vit taka ikki støðu til sjálvt endurgjaldið, men nevna hetta fyri at vísa á, at umsitingin av almennum pengum er, tá tað kemur til skúladepilin í Marknagili, alt ov tilvildarlig. Tað er sum um politikararnir ikki orka at stríðast við stovnin, men bara játta eyka pengar fyri friðs skuld í vón um, at nú verður friður eina løtu. Og tað verður tað, men bert fram til næstu eykajáttan …

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini