Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betri Trygging spílar seg út við nýggjum sethúsatryggingum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  29.10.2020 - 10:38 Tíðindaskriv Tíðindi

Betri fer nú á marknaðin við nýggjum sethúsatryggingum. Nú bjóða tey kundum teirra sethúsatryggingar við nógv fleiri dekningum – og nógvir av hesum dekningum eru púra nýggir á føroyska marknaðinum. Hesir fevna um sovorðið sum vælverubúgv (eitt nú hitapottar og sauna), víðkaðan rørskaða (so sum sjónligt dripp og seyr) og kosmetiskan skaða (sum er, tá ið tú t.d. hevur vatnskaða og skiftir gólvið út, og tey nýggju træbrettini ikki passa við tey gomlu – her fevnir dekningurin um, at alt gólvið, sum tað er, verður skift út).
Nú kann kundin velja sær ta sethúsatrygging, sum hóskar seg best til húsini. Talan er um 4 tryggingar, har tann eina er tillagað, sum inniber, at kundin sjálvur kann velja dekningar eftir tørvi.
Dagførdu sethúsatryggingarnar síggja soleiðis út:
Grund
Betri hevur endurnýggjað grundpakkan, so at kundin nú samanumtikið fær eina nógv betri heildartrygging fyri húsini.
Víðkað
Hetta er til kundan, ið ger eitt sindur meira burturúr, tí hendan tryggingin tekur hond um, at húsini eru snotilig.
Einastandandi
Til kundan, ið vil hava tað besta av tí besta – ein einastandandi sethúsatrygging, sum bert er í Betri
Tillagað
Sum nevnt – ein tillagað sethúsatrygging, har kundin fær fult ræði til at velja dekningar til og frá, akkurát sum hann ynskir. 
Allar sethúsatryggingarnar fevna nú eisini um sálarfrøðiliga kreppuhjálp, sum verður givin í sambandi við skaða á sethúsini. Eisini fevna tær um trygdar- og umhvøvisbetran í sambandi við totalskaða sum merkir, at kundin fær 50.000 kr. útgoldnar til innrætting av tiltøkum, sum bøta um trygdina ella umhvørvið.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…
Norðstrok: Felagstúrur til Viðareiðis og…
Er ein niðurlaging av Sjónámi at hóma í…
Sámal Jákup Djurhuus venjari hjá Team Kl…
FSF og MMR fara undir Skúla­fótbólt í Før…
Her er nýggja stjórnin
Miðlar við á fundi í næmingaráðnum
Klaksvíkar Býráð samtykt roknskapin fyri…