Lýsing
Lýsing

Ein fólkaræðislig hátíð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.11.2020 - 20:14 Leiðarin Politikkur

Á Norðlýsinum hava vit altíð úr at gera, tá val stundar til, sjálvan valdagin og fyrstu tíðina aftaná. Hetta er ein tann strævnasta tíðin, men samstundis er hon eisini ein tann mest spennandi, og er avgjørt ein tann mest áhugaverda. Sum miðil millum borgara og myndugleika hevur tú fingurin á pulsinum og í kvøld kl. 21 skipar Norðlýsið saman við valfeløgunum fyri politiskum fundi á Skúlatrøð

Tað er ikki bara sum at siga tað at stilla upp. Tað vita vit av royndum. Og mong eru eisini tey, ið verða spurd, men bera seg undan. Summi tí tey ikki vilja verða sett í bás, onnur hava ikki tíðina ella orkuna, onkur vil fegin, men vil spara familjuna fyri tí at vera í almenna rampuljósinum, uppaftur onnur stúra kanska fyri úrslitinum, ja, orsakirnar fyri at bera seg undan eru óteljandi, og heilt nógvar av teimum sera góðar.

Tess meira mugu vit virða tey, ið finna neyðuga dirvið til at bjóða seg fram. Tí tað krevur eitt offur, ikki minst í størru kommununum, ið hava partapolitiska uppstilling. Tú verður noydd/ur at bekenna kulør, og tað er altíð torførast fyrstu ferð – og so um tú skiftir kulør. At stilla upp krevur eisini eitt bakland, ið kann rokna við at vera umrøtt alment. Og tíverri er ein av prísunum fyri at bjóða seg fram, at man fær glósur og onkuntíð tað, ið verri er, við á leiðini. Fyri tey flestu í politikki eru føgru orðini færri enn tey ljótu.

Men tað er prísurin fyri at vilja gera mun. Tú kanst ongantíð gera øllum til vildar, og nærum allar broytingar møta mótstøðu av einum ella øðrum slagi. Og politikkur snýr seg júst um at gera mun og um at gera broytingar. Tað kann valla gerast uttan at traðka onkran á tærnar onkuntíð, og tí krevur tað dirvi at bjóða seg fram. Hjá teimum garvaðu politikarunum er hvøljan vanliga vorðin hørð, men eisini teir minnast heilt víst allir, hvussu tað var at vera ung/ur í politikki, og kunnu nikka játtandi til, at tað var eitt sindur ræðandi umframt at vera spennandi.

Her í Norðoyggjum hava vit nógvar góðar kreftir við dirvi; tað sæst týðiliga á uppstillingarlistunum. Flokkar sum hava, ella nýliga hava havt, mótburð í landspolitikkinum, hava kortini allir lagt bragdliga fyri, og vit hava enntá ein lista meira enn til seinasta val. Aðrastaðni í landinum hava vit sæð, at onkrastaðni mátti uppstillingin ganga umaftur, tí ov fá vóru á listanum, og aðrastaðni er tað bara eydnast at fáa minst møguliga talið av valevnum íroknað varafólk. Í so máta eru vit í Norðoyggjum vælsignað við fólki við dirvi og áræði.

Her á Norðlýsinum gera vit okkara besta fyri at liva upp til okkara ábyrgd og skyldur til hesi fólkaræðisligu høvi. Ígjøgnum tíðirnar hava fleiri starvsfólk á Norðlýsinum havt ymisk partapolitisk tilknýti, og tá ræður um at duga væl at heingja partapolitiska kaskettin uttanfyri og at vera so professionellir sum yvirhøvur til ber í journalistisku miðlingini. Okkara mál er at geva øllum uppstillaðum javnbjóðis viðferð og atgongd, og sum lesarin sær, hava valevni úr øllum uppstillaðum flokkum tikið av møguleikanum og skrivað valgreinar, ið vit hava borið lesarunum.

Í kvøld kl. 21 skipa vit og valfeløgini fyri politiskum fundi á Skúlatrøð. Gekkurin er júst liðugur og tey smæstu liggja trygt í hákunardreymi. Ongir veljarar á staðnum, men fundurin verður stroymdur beinleiðis og kann síggjast á heimasíðu okkara. Solby Anna Christiansdóttir verður orðstýrari.

Vit á redaktiónini vilja enda við at geva øllum uppstillaðum valevnum eitt herðaklapp fyri sítt dirvi og fyri at geva sítt íkast til hesa fólkaræðisligu høgtíðina, og ynskja øllum lesarum, klaksvíkingum og norðoyingum annars eitt gott kommunuval!

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin