Lýsing
Lýsing
Lýsing

Saman framá við Andreasi og Sjálvstýri

SKRIVAÐ: Andreas Josephsen  |  08.11.2020 - 21:30 Kommunuval 2020 Politikkur

Øll menniskju ynskja at verða vird, ung sum gomul. Kommunustýrið skal arbeiða fyri øllum borgarum og lurta eftir teimum. Vit skulu verða teirra umboð og fáa litið part av teirra pengum upp í hendi. Hesin peningur skal brúkast við skili, og skal brúkast, so tað gagnar okkum øllum.

Eg eiti Andreas Josephsen, eri 52-ára gamal, giftur við Jorie Josephsen, og vit eiga 3 børn saman. Eg eri vinnulívsmaður, og tí liggur vinnulívið mær sjálvandi ógvuliga tætt at hjartanum. Eg vil virka fyri teimum allarbestu kørmunum fyri vinnuna á staðnum. Eg eri eisini Klakksvíkingur við stóra K, og Klaksvíkin liggur mær líka nær at hjartanum sum vinnan.

Eg vil at Klaksvíkin skal vera ein býur, har tað er gott at búgva hjá øllum, óansæð um ein er ung/ur, undir útbúgving, tilkomin við familju ella er komin upp í árini, og óansæð um ein hevur valt sær ein vinnuveg á landi ella á sjónum. Eg sigi “Saman framá!” tí eg vil at vit lyfta í felag og við einum endamáli, har vit føla, at tað er brúk fyri okkum, og at vit verða vird.

Øll menniskju ynskja at verða vird, ung sum gomul. Kommunustýrið skal arbeiða fyri øllum borgarum og lurta eftir teimum. Vit skulu verða teirra umboð og fáa litið part av teirra pengum upp í hendi. Hesin peningur skal brúkast við skili, og skal brúkast, so tað gagnar okkum øllum.

Eg fari at arbeiða fyri:

-       At vinnan skal fáa nógv betri útbyggingarmøguleikar

-       Hóvligari fíggjarstýring

-       Íbúðarmøguleikum

-       Og at hjúklast skal um ítróttarfeløgini í býnum; at tey skulu hava nøktandi umstøður

 

Gott val, øll somul.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…