Lýsing
Lýsing
Lýsing

Her er samgonguskjalið

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - myndir: Jóhann Lützen  |  11.11.2020 - 19:03 Kommunuval 2020 Mentan Politikkur Tíðindi

Her er samgonguskjalið.

Samgonguskjalið millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi í Klaksvíkar Býráð 2021-2024 – undirskrivað 11. nov. 2020

Avtala er í dag gjørd ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi við Karl Johansen sum borgarstjóra og Atla S. Justinussen sum varaborgarstjóra.

 

Høvuðsmál

- at tillaga raksturin hjá kommununi til inntøkugrundarlagið
- at virka fyri, at allar ætlanir og virksemi kommununnar verður tengt at neyvari fíggjar- og búskaparstýring
- at samskipa menning innan vinnulív, mentan og trivnað
- at gera eina arbeiðsætlan á hvørjum málsøki sær, ið skulu endurskoðast árliga
- at verkætlanir verða uppfylgdar og gjørdar lidnar

 

Fíggjarmál

Virkað fyri, at inntøkugrundarlagið í Klaksvíkar Kommunu gerst størri, og at skattaprosentið verður endurskoðað. Førdur verður ein neyvur og gjønumskygdur fíggjarpolitikkur. Rakstaraútreiðslurnar eiga at tillagast inntøkugrundarlagnum hjá kommununi. Gjørd verður ein langtíðarfíggjarætlan til tess at tryggja langsiktaðar málsetningar.

 

Umhvørvis- og býarskipanarnevnd

Umhvørvispolitikkurin verður endurskoðaður. Útstykkingin uppi á Fossum verður gjørd liðug. Framhaldandi menning av miðbýnum, har størri atlit verða tikin til grøn øki og til umhvørvisvinaliga hugsan. Stovnað verður ein trímanna nevnd innan Heilsu.

 

Havna- og vinnumál

Miðdepil í vinnulívinum í kommununi er Klaksvíkar Havn. Skapast skulu góðir karmar á landi og sjógvi undir skipaðum viðurskiftum. Arbeitt verður við ábøtum og uppraðfesting av bátahylinum á Borðoyavík og at umstøðurnar hjá Norðoya Bjargingarfelag skulu betrast. Bátahylurin í Árnafirði skal gerast liðugur. Havnaumstøðurnar kring vánna í Klaksvík skulu uppraðfestast. Norðhavnin verður útbygd.

 

Teknisk mál

Hildið verður á at bøta um vegakervið, gongubreytir v.m., har hædd verður tikin fyri teimum, ið bera brek. Eins og víðkan og nýgerð av parkeringsplássum. Hildið verður áfram at menna miðbýarætlanina. Arbeitt verður víðari við at útvega grundøkir til vinnulív, sethús og alternativa íbúðarbygging.

 

Mentamál

Mentan og trivnaður ganga hond í hond. Virkast má fyri, at Klaksvíkar Kommuna verður kend fyri ein framúr góðan fólkaskúla. Har vit beinanvegin fara undir fyrireiking av 2. og 3. byggistigi á Skúlatrøð. Førdur verður ein virkin mentanarpolitikkur, ið hevur til endamáls at skapa størri trivnað
og ríkari lívsinnihald fyri allar borgarar. Arbeitt verður við at betra um karmarnar hjá Klaksvíkar Tónlistafelag. Ítróttar-, frítíðar, og ungdómsarbeiði eiga at hava góðar virkis- og trivnaðarmøguleikar, har kommunan virkar fyri, at karmarnir hjá feløgunum eru nøktandi og verða mentir.

 

Trivnaðarøkið

Styrkt verður um barnaansingina, og málið er at veita borgarum okkara ansingartrygd. Barnafrádrátturin skal hækka frá 2022. Barnaverndarøkið skal styrkjast. Eldraøkið verður eftirmett. Stig skulu takast til at gera fyribyrgjandi tiltøk til frama fyri lívsgóðskuna hjá teimum eldru.
Flokkarnir byggja víðari á gjørdar ætlanir, samskipa og betra heilsutænastuna og eldraøkið í Norðoyggjum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…
Myndarøð: KÍ vann í Sarpugerði í dag