Lýsing
Lýsing
Lýsing

FM í dart verður leygarkvøldið

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.11.2020 - 19:16 Ítrottur Tíðindi

Í morgin leygardagin 14 nov er Mentanarhúsið í Fuglafiðrið karmur um FM í dart, fyri einstaklingar og pør. Kappingin byrjar kl 11 og verður ígjøgnum allan dagin.

Frá kl 18 verður scenan tikin í nýtslu, og sent verður beinleiðis á Rás 1

 

Menn

Í fjør var tað Petur Thomsen, sum fór avstað við FM heitinum. Aftur í ár telist hann ímillum favorittarnar, men tað eri aðrir eisini, kanska skulu vit hyggja mest eftir Jan McIntosh, sum í ár hevur víst seg at verða klassa omanfyri allar hinar. Aðrir ið vit eisini skulu hava eyguni eftir, eru makkarin hjá Jan, Uni Árting, og teir baður fyrrverandi FM vinnarnir Remy Gaardlykke og Jón Johansen. Men sum altíð til FM, so henda yvirraskilsir, og tað skal ikki undra, at onkur annar, enn teir omanfyri nevndu enda ímillum 4 teir bestu.

 

Kvinnur

Í fjør vann Birthe Sikivat FM, hon er eisini við í ár, og telist ímillum favorittarnar. Men kappingin verður hørð, og væntast kann at serliga landsliðsleikarnir Annika Joensen og Lydia á Smið fara at geva henni skarpan gang. Men eisini eru aðrar ið kunnu spæla teimum puss Tvímansleikur Heldur óvænta vóru tað Hans Eivind Olsen og Heri Kalsoy sum tóku FM í tvímansleiki í fjør. Í ár verður kappingin hørð hjá teimum, og kanska serliga try av pørunum síggja rættiliga sterk út, tey eru Jan McIntosh/Uni Árting - Remy Gaardlykke/Petur Thomsen og Jan Erik Fjallstein/Bergur Klúftá.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja