Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vindurin veksur í kvøld - í nátt er stormur í miðalvindi; hvirlurnar nakað væl harðari. | Mynd: devianart.com

Veðrið í dag og í kvøld

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  20.11.2020 - 08:35 Tíðindi Veðrið

Vit gera okkum til reiðar til nógvan vind í kvøld, í nátt og í morgin hendan longu keðiliga fríggjamorgunin.

Ættin er sunnan í morgun, vindferðin liggur um 13 til 18 m/s, og tað regnar nógvasteðs kring landið. Hitin er farin nøkur stig upp, liggur um 6-7 stig.

Fyrrapartin fer regnið at minka, og vindurin minkar eitt sindur – niður í 10 til 15 m/s.

Eina løtu fyri middag fer aftur at regna. Hesaferð eru tað brúgvaløgini, sum hoyra til lágtrýstið, sum er á veg til okkara við vindinum. Hesi bæði brúgvaløgini – hitabrúgv og kuldabrúgv – eru næstan samanrunnin og koma næstan í senn – einki glopp ímillum. Tí regnar illa kring alt landið frá middegi til nátturða.

Stutt eftir at tað er farið at regna á middegi, fer vindurin at veksa – úr 10 til 15 m/s á middegi upp í 15 til 20 m/s á nátturða (klokkan 18). Hesa løtuna tað regnar, og vindurin veksur, fer ættin at sníkja seg vestur um sunnan til útsynning-sunnan.

Eftir nátturða heldur samregnið uppat, og ístaðin er ælaveður. Vindurin heldur á at veksa, meðan ættin spakuliga broytist. Á midnátt er miðalvindurin kring alt landið 25 m/s av útsynningi og ælaveður – og soleiðis fer veðrið at vera alla nátt og allan fyrrapartin í morgin.

Á middegi í morgin er tað ringasta yvirstaðið. Vindurin fer at minka spakuliga úr 25 m/s á middeg niður í 10 til 15 m/s á middegi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Skjótt at byggja
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið