Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hetta er fyrsta bókin hjá 29-ára gamla Dániali Viðoy. | Mynd: Ungu Føroyar

“Tvístøða” - nýggj ungdómsskaldsøga

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.11.2020 - 17:31 Mentan Tíðindi

Bókin verður løgd fram á Bókadegnum leygardagin, men kemur longu í kvøld ella í morgin í sølubúðirnar í Tórshavn. Í komandi viku kemur hon eisini í sølubúðirnar kring landið, eisini norðanfyri.

Í hesum døgum kemur ungdómsskaldsøga eftir Dánial Viðoy út. Sum tað stendur í tíðindaskrivinum um bókina aðrastaðni her á síðuni, hevur hon eitt óvanligt sjónarhorn, er realistisk og snýr seg í stuttum um ein ungan drong á Viðareiði, ið gongur á miðnámsskúla á Kambsdali og annars livir ungdómslívið – við uttanlandsferðum, konsertum, stevnum og víðari lesnaði. Skaldsøgan er bæði lívsjáttandi og humoristisk, men eisini merkt av brotasjógvum.

Bókin er júst liðugt prentað. Eydna Steinberg hevur gjørt permuna, og tað er forlagið Ungu Føroyar, ið geva út. Bókin er 215 síður og kostar 290 krónur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum