Lýsing
Lýsing
Lýsing

Corona kanningarnar í Klaksvík flyta oman á Faktorsveg

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  22.11.2020 - 19:27 Tíðindaskriv

Covid-19 kanningarnar í Klaksvík flyta oman á faktorsveg, frá mánadegnum, 23. november

Teltið, har Covid-19 toymið hjá okkum hevur gjørt kanningar, orkaði ikki at standa ímóti vindinum fríggjakvøldið og vit máttu taka tað niður. Kanningartoymið harmast um hetta, tí hetta hevur riggað væl og vit hava verið glað fyri at havt hesa tænastuna so nær við sjúkrahúsið. Men nú mugu vit flyta tænastuna.

Covid-19 kanningarstøðin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi flytir oman á kaiina. Kanningarnar verða nú gjørdar í sunnara enda á bygninginum, har Kryvjing var. Á myndunum niðanfyri sæst, hvussu koyrt verður til kanningarøkið og eisini, hvussu koyrt verður, tá komið er oman til kanningarøkið.

Potað verður soleiðis: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 9 til 11.

Mint verður á, at øll sum skulu kannast, mugu bíleggja sær tíð frammanundan, á https://corona.fo/kanningar. Tá tú hevur bílagt tær tíð, fært tú eina kvittan sendandi á telefonina. Umráðandi er at hava hesa kvittan við.

Møtið stundisliga, so bíðirøðin ikki blívur óneyðuga long.

Bíðirøðin verður eftir Faktorsvegi, so bilar, ið ikki skulu í bíðirøðina til Covid-19 kanning, mugu finna aðra farleið teir tímar, kanningar verða gjørdar.

Um tit ivast, hvussu tit koma til kanningarøkið, so eru tit altíð vælkomin at ringja til móttøkuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi á tel. 45 45 45, tey vegleiða fegin. Vinarliga haldið okkum til góðar, um byrjunartrupulleikar stinga seg upp.

Vit vilja takka Klaksvíkar kommunu og Hanus Hansen fyri góða samstarvið.

Ansið væl eftir hvørjum øðrum, øll somul!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit nøkta og skapa ein tørv
Álit um føroyskt heiðurstekin handað løg…
Norðoya øki minst arbeiðsloysi
Hevur tú nakað upp á hjarta – og hug at…
SST kapping á Viðareiði
Dystarfrásøgn: Meistaradeildin kvinnur K…
Jú, lægri bensinprísir hjálpa eisini ver…
Baldursbráð verður útbygd
Konsertrøð við sello og klaver
Virkið Vár: Hugleiðing og vakrir tónar í…
Virkið Vár: Ein glaður hundur er ein væl…
Virkið Vár: Ullakvøld í Spinnarínum
Myndarøð: KÍ kvinnur vunnu stórsigur á B…
Swim Open Tórshavn: Ægir átti besta svim…
Myndarøð: Hamskift KÍ-lið vann sannføran…
Herborg Torkilsdóttir á Summar Festival
Veðrið í vikuni
Bjørk Nolsøe Isaksen vunnið DM í flogból…
Borg keypir Sandavágs Timburhandil
Kvøldskúla­framsýningin sunnudagin