Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hjálparpakki 2: Í alt fimm milliónir krónur vórðu goldnar í stuðli

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  23.11.2020 - 15:15 Tíðindaskriv

Hjálparpakki 2, har fyritøkur kundu søkja um COVID 19-stuðul til fastar útreiðslur, er nú endaliga uppgjørdur. Samlaða stuðulsupphæddin gjørdist 4.973.830 krónur, sum vórðu býttar ímillum 126 fyritøkur.

 

Stuðulstíðarskeiðið var frá 1. apríl til 30. juni

Fyritøkur kundu søkja um stuðul til fastar útreiðslur, alt eftir hvussu nógv umsetningurin væntaðist at minka í stuðulstíðarskeiðnum. Væntaðist hann at minka 40-60%, var stuðulin helmingurin av føstu útreiðslunum. Væntaðist hann at minka 60-100%, var stuðulin tríggir fjórðingar av útreiðslunum.

 

Stuðulin varð útgoldin fyribils, og tá ið endaliga afturgongdin í umsetninginum var staðfest, bleiv mótroknað. Summar fyritøkur høvdu størri afturgongd enn væntað, og hesar kundu fáa meiri stuðul. Aðrar høvdu minni, og tær kundu koma í ta støðu at skula rinda stuðul aftur. Varð afturgongdin minni enn 40%, skuldi allur stuðulin rindast aftur.

 

Í fyrsta umfari vórðu 6.057.615 krónur útgoldnar

Eftir endaligu uppgerðina fingu 44 fyritøkur meiri stuðul, og 82 skuldu gjalda stuðul aftur, heilt ella lutvíst. Soleiðis gjørdist endaliga stuðulsupphæddin til tær 126 fyritøkurnar í alt 4.973.830 krónur.

 

Størsta stuðulsupphæddin var 240.000 krónur, sum var lógarhámarkið, hin minsta var 4.603 krónur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skjótt eiga Norð­oyggjar 3 av 7 floksforf…
Norð­oy­ingar valdu minni lokalt hesaferð
Beinir Johannesen bjartskygdur um samráð…
Aðalfundur hjá Norðoya Bjargingar­felag
Fyrri dagurin av Fótbóltsskúla­num hjá FC…
Góði arbeiðsmarknaðu­rin er eisini spurni…
29 konfirmantar játtaðu sín dóp
Hví ikki undirskriva samgonguskjalið á V…
Hvør ræður í Javnaðar­flokki­num?
Páskir: Broyting í innsavningini
Stóra messan hjá Anton Bruckner í Varpin…
Hans Kristian bjóðar av
Tjóðarsemja uttan Tjóðveldi?
Takkarkvøða
Fínteljingin verður í dag
List við Løkin á páskum
Kendi hardrockbólku­rin Wolfgang gevur ný…
Høgni vann oddabrakið
Ex-javnaðar(løg)maður ávarar Javnaðarflo…
Team Klaksvík millum tey bestu í barnaho…