Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvat merkir samgonga, og hvat er ein samgongumaður?

SKRIVAÐ: Alex Sólstein  |  24.11.2020 - 11:20 Lesarabrøv Mentan

Stuttar hugleiðingar úr afturlítandi práti

Vóru fimm býlingar Norðuri í Vági, sum søgufrøðingurin Sølvará vil vera við í Klaksvíkar søgu? Eg vil siga bert fýra; Oyrar hava mær vitandi ongantíð kent seg sum partur av búsetingini her inni á Eiðinum. Oyramenn søgdu, sum í øðrum støðum her í umráðnum, "vit fara inn í Bø".

Nei, her á Eiðinum vóru fýra búsetingar, ein í hvørjari hálvætt: Uppsalir í útsynning, Vág í útnyrðing, Myrkjanoyri í landnyrðing og Gerðar í landsynning.

Hetta vóru ikki bert fýra býlingar, men fýra smáar bygdir, sum lítið og einki høvdu hvør við aðra. Har var laðaður garður ímillum. Ein garður gekk tvørtur um Eiðið, og síðani vóru garður oman millum Gerðar og Myrkjanoyri, og garður millum Uppsalir og Vág. Fórst tú úr Uppsølum og út á Sand á Stengur, so mátti tú um UPPSALAMANNALIÐ. Hetta var lið niðri við Karlsá, norðan fyri Emmaus. Fór maður úr Gerðum og yvir í Vág, so mátti hann oman Gerðamannagøtu og um GERÐAMANNALIÐ, sum var niðri við Ósánna, hinumegin Ósánna umleið har sum SEV-tornið stendur. Fór maður úr Vági og yvir á Myrkjanoyri, fór hann um Vágsbø og um VÁGSMANNALIÐ, umleið har sum Telefonstøðin er. Tað er spell, at hesi staðarnøvnini eru burturdottin, hvør so orsøkin er. Hetta eru vøkur og sigandi heiti. 

Eitt fast samband var millum bygdirnar, og tað var samgonga. Hetta orðið er við at detta burtur; men áðrenn hegn kom, og menn kundu girða sínar hagar inni, so var opið millum hagarnar, so tá Uppsalamenn fóru á fjall í Líðini, so var altíð maður úr Vági við, ti hagarnir lógu opnir hvør fyri øðrum, so um seyður var farin yvir í Uppsalahaga, so kundi samgongumaðurin gera vart við tað og siga frá, at hesin seyðurin hoyrdi til Vágshaga, og øvut. Somuleiðs var samgonga millum Gerðar og Myrkjanoyri. Síðani hegn er komið, og menn hava fingið einbýttan haga, so er hetta fyribrigdi við at falla burtur. Men mær vitandi hevur ongantíð verður samgongumaður millum bygdirnar eystanfyri og vestanfyri, ella tvørtur um Eiðið. 

Eitt annað heiti, sum brúkt var í Uppsølum, haðani pápi mín stavaði, var Fyri Oman Eið og Fyri Niðan Eið. Hitt fyrra var oman í Borðoyavík, hitt seinna oman móti Vágni. Kom maður við tráðu ella línutrog, so hevði hann ivaleyst verið Fyri Oman Eið, men kom hann kanska "hálvpyntaður", so hevði hann helst verið Fyri Niðan Eið, møguliga verið  úti í Klaksvík hjá lækna, á posthúsi ella hjá sýslumanni. Hetta eru heiti, sum pápi mín av og á nýtti. Eisini nýtti hann orðið Fossagimbrarnar, um seyðin, sum gekk uppi á Fossum, ella Fyri Heiman, sum gongan eisini verður nevnd. Hetta heiti havi eg ikki hoyrt leingi, nú økið verður útlagt sum byggiøki. 

 

At rógva á seyði

Eitt heiti sum seyðabátur er ikki at hoyra longur. Uppsalahagi hevði seyðabát og seyðabátaneyst, sum stóð niðri á Váðkletti. Bát og neyst átti Uppsalahagi. Seyðabáturin var partur av fjallskipanini, so tá teir fóru á fjall í Líðini, sum liggur á vestursíðuni av Stoksoyruni, so róði báturin heilt norður á Ritugjógv - har var markið - og róði so fram við landi saman við monnunum, sum róku; var onkur seyður, sum ikki var komin í við í fylgið, so kundu teir av sjónum síggja hann og siga frá til teirra, sum vóru í rakstrinum. Hetta nevndist at rógva á seyði, ella rættari at rógva at seyði. Hetta var eisini brúkt um veturin, tá illgongt var vegna kava, so teir fóru við bát at rógva fram við landi og hyggja, hvussu seyðurin hevði tað. Men fyrra máliskan er tann, sum nýtt varð her í bygdini.

Rættin var á Torvkletti, heimanvert við Hálsgjógv, og haðandi varð seyðurin fluttur við báti heim á Váðklett. Eg minnist, seyðabáturin var ein róðrarbátur, helst eitt seksmannafar; árabátur og neyst eru fyri langari tíð síðan farin í søguna, men seinni eru teir farnir at brúka maskinbát í staðin, men hesin hevur ikki verið ogn Uppsalahaga, men hevur verið leigaður til fjallgonguna.

Úr rættini varð seyðurin bundin og førdur heim við báti. Býtið fór fram við at lyfta og handla í lagdini oman fyri Váðklett og haðandi varð seyðurin borin ella leiddur heim til húsar. Hesar gongurnar, Líðargongan og gongan í Keldum vóru feli í mun til gongurnar Fyri Heiman, sum vóru ognarseyður. Har vóru og eru nógvir eigarar í Uppsalahaga, so onkur mátti flettu upp, og kjøtið var ræst. møttust teir at býta avskurð; men tað verður ov leingi at fara at tos um tað

Mær vitandi eru ikki aðrir hagar her um leiðir, har ein ódnin var í báti.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…