Lýsing
Lýsing
Lýsing

Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum

SKRIVAÐ: Almannamálaráðið  |  25.11.2020 - 13:46 Tíðindaskriv

Tíverri eru kvinnur og børn eisini fyri harðskapi her heima hjá okkum. Tí er tað gott og týdningarmikið, at vit hava Kreppumiðstøðina, har kvinnur, sum eru fyri harðskapi og børn teirra kunnu leita sær skjól, stuðul og ráðgeving.

Harðskapur í navni kærleikans.

Soleiðis kallaðist filmur, sum danska Christine Rosendahl gjørdi í 2017.

Óhugnaliga heitið lýsir, at tá kvinnur eru fyri harðskapi, er tað aloftast makin, sum fremur harðskapin.

Ein av trimum kvinnum um allan heim eru ella hava verið fyri harðskapi – antin likamligum, kynsligum ella sálarligum. Tað veit ST at siga, nú Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum er í dag.

Heimið, sum átti at verið trygt, er í grundini vandamiklasta stað hjá einari kvinnu at vera.

Tíverri eru kvinnur og børn eisini fyri harðskapi her heima hjá okkum. Tí er tað gott og týdningarmikið, at vit hava Kreppumiðstøðina, har kvinnur, sum eru fyri harðskapi og børn teirra kunnu leita sær skjól, stuðul og ráðgeving.

Kvinnuhúsið hevur tríati ár á baki í ár, og framvegis er – tíverri, kunnu vit siga – tørvur á kreppuhjálpini, sum tær veita.

Soleingi, tørvur er á Kvinnuhúsinum, skulu vit minnast til at varpa ljós á henda trupulleika – ikki bert í dag.

Eg fegnist um tað stóra arbeiðið, sum gjørt verður at basa harðskapi móti kvinnum – ikki bert í dag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir fra framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík
Spæla fólk í húsi
Kappróðrarsending á Rás 2
Eginumsorgan sum fyribyrging
Diplom fyri luttøku
Staðfest: Jákup B. Andreasen hevur brot…
KÍ vann við Margáir í kvøld: Myndarøð
KÍ helt nullið og fekk trý stig
Minningarorð um Mikkjal Mikkelsen
Størri nøgdir til endur­vinn­ingar í 2023
VIDEO: Hanus á Gørðum - fráfaringarpræd…
Morgunsangur mikumorgunin 1. mai kl. 10
Danny verður við á Summar Festivalinum
Skannarin komin á Klaksvíkar Sjúkra­hús
Espen Haug er royndari venjari