Lýsing
Lýsing
Lýsing

Runavíkar kommuna ger íløgur fyri 56,5 mió. kr.

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri  |  27.11.2020 - 11:37 Politikkur Tíðindaskriv

Skattingin í Runavíkar kommunu lækkar frá árskiftinum við fjórðingsprosentið - úr 21¾ % niður í 21½ %. Spjaldrið, ætlað ungdóminum úr 6 til 18 ára aldur, hækkar úr 2.000 upp í 2.500 krónur. Ansingini viðvíkjandi fer kostnaðurin fyri annað barnið nú niður í helvt, tvs., at goldið verður fult gjald fyri fyrsta barnið, hálvt gjald fyri annað barnið og onki fyri triðja barnið. Barnafrádrátturin verður hin sami sum frammanundan – 8.000 krónur.

 

Fíggjarætlanin fyri 2021 javnvigar við 236 milliónum krónum.

 

Skuldin verður ætlandi niðurgoldin við 6,8 mió. kr., ongi nýggj lán verða upptikin í 2021 sambært ætlanini, og raksturin hækkar við 3,9 %´um, sum í mestan mun er avleiðing av stórum fólkavøkstri og lønarhækkingum.

 

Í løtuni svarar nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu til 35% av einari álíkning, og roknað verður við, at hon liggur um 40% av einari álíkning um ársskiftið 2020/2021.

 

Allan leygardagin hin 31. oktober sat býráðið á fyrireikandi arbeiðsfundi til tað, at fáa smíðaða eina fíggjarætlan fyri næsta árið. Á fundinum samdust tey 10 umboðini fyri Lista A og Lista B um uppskotið, sum varð lagt fram á almenna býráðsfundinum hin 5. november 2020. Uppskotið til FÆ2021 fekk sína aðru og endaligu viðgerð á býráðsfundinum hóskvøldið – í gjárkvøldið - hin 26. november 2020. Politiska semjan, gjørd frammanundan, var grundarlagið, og tikið bleiv undir við uppskotinum til FÆ2021 uttan broytingar. Á býráðsfundinum í gjárkvøldið atkvøddu allir býráðslimirnir fyri fíggjarætlanini fyri árið 2021.

 

Samsvarandi FÆ2021 ætlar Runavíkar kommuna at gera íløgur fyri 56,5 mió. kr. í árinum sum kemur. Bara fyri at nevna nakrar: Keyp av gróti, umbyggingar á Røktar- & Ellisheiminum í Runavík, neyvætling og gerð av bryggjum í Saltangará og á Glyvrum, spillivatn, vatnverk í Oyndarfirði og Funningsfirði, vetrarfriðing í Elduvík, Dansitovan og nátthús í Funningi, Gula smiðja, gøta og stuðul til bygdarhús í Skálafirði, spælipláss á Skála, asfalt á havnarlagnum í Oyndarfirði, seinasta sneiðingin av fyrireikingini til ætlaðu svimjihøllina í Runavík, soleiðis, at hon kann bjóðast út á vári 2021 o.s.fr.

 

Runavíkar býráð hevur valt at reka kommununa í 2021 innanvert egna fíggjarliga megi og uppdrift, soleiðis, at neyðugt verður ikki at taka upp lán í næsta fíggjarári – um alt gongst sum fíggjarætlað er. Tað ber ikki til at taka lán til rakstur, heimildir eru ikki fyri hesum, men kommunan ætlar heldur ikki at læna pening til íløgur í 2021 – harafturímóti er ætlanin at gjalda niður av skuldini.

 

 

Fíggjarkarmurin:

 

Inntøkur:

 

Skattur:                    198.000.000 kr.

Eftirlønarskattur:         38.000.000 kr.

                                 ________________

 

Total:                        236.000.000 kr.

                                 =============

 

Rakstur:

 

Vanligur rakstur:       167.700.000 kr.

Íløgur:                        56.500.000 kr.

Rentustuðul:                 2.500.000 kr.

Rentur av lánum:           2.500.000 kr.

Avlop:                           6.800.000 kr.

                                 _________________

 

Total:                        236.000.000 kr.

                                 ==============

 

 

Raksturin skipaður á økjum:

 

Kommunal fyrisiting:    15.730.000 kr.

Almannamál:               63.022.000 kr.

Børn og ung:                37.368.000 kr.

Undirvísing:                 15.177.000 kr.

Mentamál:                   12.573.000 kr.

Teknisk mál:                17.705.000 kr.

Kommunal virki:            6.125.000 kr.

                                 ________________

 

Total:                        167.700.000 kr.

                                 =============

 

Viðmerking: Havnirnar í Runavíkar kommunu (vanliga róptar Runavíkar havn) eru partar av kommunalum virkjum og væntast at geva 9,7 mió. kr. í nettoyvirskoti av rakstri sínum í árinum 2021.

 

 

Íløgurnar skrivaðar á økir:

 

Grótkeyp Runavík/Skála:                            8.000.000 kr.

Ábøtur og umvælingar:                                5.900.000 kr.

Roðin, íløga:                                               6.800.000 kr.

Skála søga:                                                   100.000 kr.

Heislumiðstøð í Runavík:                                150.000 kr.

Kunningartøkni í skúlanum:                          400.000 kr.

Ætlan fyri skúlabygging:                                200.000 kr.

Kykmyndaætlan:                                           250.000 kr.

Fornminni:                                                   200.000 kr.

Dansistova í Funningi :                                   200.000 kr.

Kommunal nátthús:                                      300.000 kr.

Gula smiðja:                                               3.500.000 kr.

Spælipláss:                                                   400.000 kr.

Vetrarfriðing, Funningsfjørður/Elduvík:          650.000 kr.

Miðbýarætlan:                                            2.500.000 kr.

Útstykking ar:                                               800.000 kr.

Kirkjugarðar:                                              2.000.000 kr.

Vatnverk Oyndarfj./Funningsfj./Elduvík.     2.000.000 kr.

Spillivatn:                                                  3.450.000 kr.

Vegir og øki:                                               1.800.000 kr.

Gøta við Toftavatn:                                        150.000 kr.

Gøta í Skálafirði:                                           300.000 kr.

Akfør og maskinamboð:                                 600.000 kr.

Asfaltera Oyndarfjarðar havn:                        300.000 kr.

Glyvra strond:                                               250.000 kr.

Svimjihøll:                                                 1.300.000 kr.

Rampa:                                                     2.500.000 kr.

Bygdahús í Skálafirði:                                     600.000 kr.

Heildarætlan Leitisvegur:                              150.000 kr.

Ferðsluætlan, Fjøruvegur:                           1.500.000 kr.

Víðkan av Bakkabrúnni á Glyvrum              7.000.000 kr.

Spælipláss við Skála skúla:                           500.000 kr.

Vinnustykki Rituvík /Skálafj.,/Søldarfj.:      1.000.000 kr.

Skálafjarðar Sløkkilið:                                     300.000 kr.

Ljós á parkeringsplássi (Brotið):                     100.000 kr.

Máltalvur á leikvøllum                                   250.000 kr.

Fjósið í Heimistovu:                                       100.000 kr.

                                                                ________________

 

Total.................................................     56.500.000 kr.                     

                                                                =============

 

 

Tórbjørn Jacobsen,

borgarstjóri,

Runavíkar kommuna.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…