Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kring Varp Føroya ?! – nei, gloym tað!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.11.2020 - 11:42 Leiðarin Tíðindi

Um vit skulu brúka fokus hjá KvF sum útgangsstøði, so eru Føroyar avmarkaðar til ein og sama bý, Tórshavn, meðan restin av landinum mest sum ikki eru til. Eitt nú hesa vikuna hava allar tíðindasendingarnar snúð seg um Havnina, meðan talan er um sekund og sera fáar minuttir, sum KvF brúkar upp á at miðla um restina av landinum.

Vit hava til stuttleika gjøgnumgingið innsløgini í Degi og Viku higartil hesa vikuna og fingið staðfest, at mest sum øll innsløg snúgva seg um og verða gjørd í einum og sama staði í landinum: Tórshavn.

Til dømis hevur eitt innslag verið úr Klaksvík hesa vikuna í Degi og Viku, og tað vardi í max. 30 sekund og snúði seg um, at covid-19 testirnar nú eru fluttar oman á Vestara Havnarlag. Innslagið var at meta mest sum ífylla.

 

Hoydalar og skoytubreyt úr alskins sjónarhornum

Tað verður sagt innan matgerð, at tú kanst matgera somu ráðvøru upp á alskins mátar, og hetta kann av sonnum sigast um tíðindaflutningin hjá KvF um ymisk lokal mál í Havnini.

Til dømis hava Hoydalar verið lýstar í mest sum øllum sendingum hjá tjóðarrásini seinastu dagarnar: í tíðindum í ÚF, í Breddanu, í Nón, í Degi og viku fleiri ferðir, hóast talan er um eitt lokalt mál í Havnini, sum ikki hevur relevans fyri allar landsins borgarar.

Sama kann sigasta um skoytubreytina, sum nú er blivin flutt nakrar ferðir í Havnini. Hetta hava alskins sendingar í KvF tikið upp, snara og vent fleiri ferðir saman við eini standmynd av Nólsoyar Páll – alt í sama lokaløki, Havnini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…
Samtykkið ikki hesa málspilluna!
Vinn eitt atgongumerki til Summar­festiva…
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni