Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fornt - nýggjur útvarpsleikur í Kringvarpinum í desember

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.11.2020 - 14:00 Mentan Tíðindi

Fornt er jólagávan til børnini í ár. Gávan er nýskrivaður útvarpsleikur í átjan pørtum. Leikurin er nútíðarleikur, ið er ætlaður teimum eldru børnunum.

Fornt er eitt heimskent telduspæl, sum er sera spennandi, tí her kanst tú granska og jagstra.

Eiri, sum gongur í 6.flokki, er høvuðspersónurin í Fornt. Við Eira skilja vit, hvussu dragandi telduheimurin kann vera. Elin á Rógvi hevur skrivað útvarpsleikin Fornt. Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina. Sakaris Emil Joensen hevur gjørt tónleikin, Elin á Rógvi eigur orðini.

Talan er um tveir sangir og eitt eyðkennislag. Eitt verk eftir Atla Petersen setir sín serliga dám á næstseinasta part. Til útvarpsleikin hevur Nám gjørt undirvísingartilfar, soleiðis at tað ber til hjá næmingum at fara inn á Snar.fo gerandismorgnar í desember.

Útvarpsleikurin - Fornt er at hoyra hvønn gerandismorgun klokkan 7.15, og er at finna á KVF.fo/VIT/FORNT ella við at trýsta á Kuldakrákuna. Kom við Eira á ferð og lurta eftir Fornt, ið kann nýtast uttan skíggja, tú kanst eta morgunmat, koyra bil og allar myndirnar koma ókeypis í høvdið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!