Lýsing
Lýsing
Lýsing
Føroyar liggja í luftstreyminum, sum hetta vikuskiftið fer at reka ímóti Føroyum. Vindferðin verður ikki stór - tó eitt sindur sunnukvøldið. Annars kann væntast ælaveður í dag og morgin, men sunnudagin regn. Hitalagið er oman fyri tað, sum krevst til vátakava ella kava. | Mynd: www.woeurope.eu/weather/satellite/Europe.htm

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  27.11.2020 - 12:01 Tíðindi Veðrið

Hetta vikuskiftið fer luft at reka vestan úr havi ímóti Føroyum. Upprunastaðið er meginlandið við eysturstrondina á U.S.A. og Kanada. Eitt lágtrýst yvir Grønlandsfjørðinum sendir hesa luftina ímóti okkum.

Tá ið hon byrjar ferðina ímóti okkum, er luftin køld – eitt sindur undir frostmarkinum. Komin higar, er hitin um 7 stig.

Yvir meginlandinum í Norðuramerika kann luftin vera eitt sindur turr, men hon ferðast langa leið eystureftni beint yvir havinum, og tí er væl meiri av vætu í henni, tá ið hon er komin hertil. Relativa innihaldið av vætu er komið upp á eini 80%.

Soleiðis ferð veðrið at vera í vikuskiftinum.

Í dag – fríggjadag – 8 til 12 m/s av útsynningi ella útsynningi-suðuri. Skýggjað og okkurt ælið – hitin liggur um 7 stig.

Í morgin – leygardag – undir 5 m/s av útsynningi ella útsynningi-suðuri. Skýggjað og okkurt ælið – hitin liggur um 7 stig.

Sunnudagin fer ættin úr útsynningi og upp í vestan og útnyrðing-vestan. Vindferðin fer at veksa úr 8 til 12 m/s um sunnunátt upp í 13 til 18 m/s um kvøldið. Fyrrapartin ælaveður, men eftir tað er samregn. Annars skýggjað allan dagin, og hitalagið fer at liggja um tey 7 stigini.

Gott vikuskiftið.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja