Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatrø verða tendrað

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.11.2020 - 18:00 Mentan Tíðindaskriv

Runavíkar kommuna hevur seinastu nógvu árini arbeitt við og stuðlað undir at fáa jólahugnan sjónligan í økinum. Hvørt ár verða jólatrøini tendrað umleið fýra vikur undan jólum og hetta verður m.a. hátíðarhildið við tónleiki og røðum. Brandbilurin vitjar eisini við øllum jólamonnunum í.  Nakrar broytingar eru í jólaskránni í ár orsakað av Covid19. Nøkur tiltøk eru tillagað, meðan onnur eru avlýst. Í ár verða jólatrøini í kommununi tendrað 28. og 29. november. Nes Sóknar Musikkfelag spælir til tiltøkini, har jólatrøini verða tendrað.

Niðanfyri sæst eitt yvirlit fyri vikuskiftið.

 

Leygardag 28. november 2020

kl. 15:30 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar á Toftum.

kl. 16:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Runavík. Kaja Joensen heldur røðu.

kl. 17:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar á Skála. Arni Klein Abrahamsen heldur røðu.

kl. 18:30 Jólatræið verður tendrað og brandbilurin vitjar á Strondum.

kl. 19.30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Skálafirði. Jonnhild Reynholdsdóttir heldur røðu.


Sunnudag 29. november 2020

kl. 13:30 Brandbilurin vitjar í Rituvík.

kl. 14:15 Brandbilurin vitjar í Lamba.

kl. 14:45 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Søldarfirði. Jytta Sundstein Nielsen heldur røðu.

kl. 15:45 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Oyndarfirði. Elin Klein Joensen heldur røðu.

kl. 16:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Funningsfirði. Tórbjørn Jacobsen heldur røðu.

kl. 17:15 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Elduvík. Tórbjørn Jacobsen heldur røðu.

kl. 18:00 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Funningi. Sámal Petur Petersen heldur røðu.

kl. 19:30 Brandbilurin vitjar í Æðuvík.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja