Lýsing
Lýsing
Lýsing

Besta løtan at planta eitt træ

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  29.11.2020 - 17:44 Mentan Myndarøð Tíðindi

Niðanfyri er røðan, sum Niclas Heri Jákupsson helt í Vágstúni leygardagin, í sambandi við at Jólatræið varð tendrað.

Góðan dag øll somul og hjartaliga vælkomin. 

Eg fari fyrst at takka Klaksvíkar Kommunu fyri heiðurin mær er givin, at halda talu, nú stóra og vakra jólatræið í Klaksvík verður tendrað. 

At vit í Klaksvik kunnu njóta hetta vakra jólatræ, skulu vit ongantíð taka sum eina sjálvfylgju. Vit eiga at vera takksom og gleðast yvir, at tað hava verið, og eru menniskju, sum hava skipað, og enn skipa fyri hesum vakra tiltaki, soleiðis at tað í dag er ein siðvenja at møtast til at tendra jólatræið í býnum.

 Vit skulu eisini gleðast yvir, at tað finnast menniskju, sum hava fingið hetta stóra jólatræ at standa lodrætt her í Vágstúni, og vit skulu gleðast yvir, at tað finnast menniskju, sum hava prýtt hetta vakra jólatræ. Prýtt tað soleiðis, at tað er til stóra gleði - bæði fyri vaksin og børn. Men mest av øllum, so eiga vit gleðast yvir, at fyri uml. 25 árum síðani, setti eitt menniskja eitt lítið træ niður í moldina eina ella aðrastaðni í Europa. Eg vildi ynskt, at hetta menniskjað kundi staðið í Vágstúni í dag og sæð, hvussu stóra gleði lítla gerðin fór skapa 25 ár seinni - ja, í einum oyggjasamfelag langt norðuri í Atlanshavinum. 

Á vári í 1975, tá eg var 7 ára gamal, slapp eg seta eplir niður saman við abba mínum. Hetta var sera spennandi fyri meg - og dúgliga hugdi eg at veltini alt summarið. Ein fagran heystardag nakrar mánaðar seinni, segði abbi mín, at nú var dagurin komin at taka eplir upp. Tá eg lyfti bøkkarnar upp, sá eg eitt av heimsins vakrastu undrum. Har, sum eg hevði lagt eitt epli fyri nøkrum mánaðum síðani, lógu nú 10 eplir. Eg hevði sæð nógvar gandakallar í sjónvarpinum, men fyri mær var hetta størsti gandur, eg nakrantíð hevði sæð. Eg spurdi abba, hvussu hetta bar til. Hvussu kann ein seta eitt epli niður, og so fáa 10 aftur? Enn minnist eg, hvat abbi mín segði við meg henda heystardag í 1975. ’Skalt tú heysta og fáa, so mást tú fyrst geva og sáa’.

Fyri nøkrum árum síðani læs eg eina áhugverda granskingar-grein hjá North-Eastern University í Amerika. 6000 børn í aldrinum 6 til 8 ár blivu spurd tveir spurningar. Tann fyrri spurningurin ljóðaði soleiðis: ’Hvar vilt tú arbeiða, tá tú blivur vaksin?’ Tað var ymiskt, hvat børnini søgdu, men flestu genturnar svaraðu, at tær vildu vera sjúkarrøktarfrøðingar og læknar - og flestu dreingirnir ynsktu at vera brandmenn og politistar. Seinni spurningurin ljóðaði soleiðis: ’Hvat er orsøkin, at tú ynskir hetta arbeiði?’ Tað løgna við svarinum til henda spurningin var, at bæði genturnar og dreingirnir svaraðu tað sama. So at siga øll børnini svaraðu: ’Eg vil hjálpa øðrum menniskjum’. Henda og fleiri aðrar vísindaligar kanningar peika allar á, at hjálpa øðrum menniskjum, er eitt grundleggjandi virði, sum liggur í hvørjum tí einasta hjarta á fold. Men onkuntíð hátta umstøðurnar seg soleiðis, at vit ikki hava orku at hjálpa. Vit eru so troytt, móð og strongd, at vit hava vit ikki yvirskot at hjálpa øðrum. Tá er tað gott at hava eitt ljóst sinni. 

Ein persónur, sum hevði eitt ljóst og vakurt sinni, var fitta og vísa smágentan Anna Frank. Hóast Anna Frank og hennara familja krógvaðu seg fyri nasistinum, og hóast tey livdu undir ræðuligum umstøðum, so sáddi Anna Frank alla tíðina tað góða. Hon sá vakurleikan í øllum menniskjum, og gav hon øllum menniskum mót, trúgv og vón. Dagbókin hjá Onnu Frank er ein av heimsins mest seldu bókum. Einastaðni í síni dagbók skrivar Anna Frank soleiðis: ’Líkamikið hvat - so er tað sterkasta vápnið ein mild og vinarlig sál, og hóast umstøðurnar, so trúgvi eg, at tað býr eitt gott hjarta í øllum menniskjum’. Seinni í dagbókini skrivar hon: ’Hugsa um allan tann vakurleika, sum er rundan um teg, og ver glað’ - og hvat er tað ikki ein spennandi og vakur tanki, at teir bestu dagarnir í okkara lívið, enn ikki eru komnir. Hóast Anna doyði av týfus og maktarloysi í týningarleguni Bergen-Belsen fyrst í 1945, einans 15 ára gomul, so liva hennara mildu og vøkru tankar enn. Ein av hennara mest kendu settningunum er at lesa í endanum á dagbókin: ’Eingin er blivin fátækur av at geva’. 

John F Kennedy segði í einum av sínum kendu talum: ’Spyr ikki altíð, hvat landið kann gera fyri teg, spyr tú onkuntíð, hvat tú kann gera fyri landið’. Hetta eru eini sera viðkomandi boð, og kunnu vit seta henda settning til fleiri onnur viðurskiftir í okkara lívið. Vit kunnu spyrja okkum sjálvi: ’Spyr ikki, hvat býurin kann gera fyri teg, spyr tú onkuntíð, hvat tú kann gera fyri býin. Spyr ikki, hvat grannalagið kann gera fyri teg, spyr tú onkuntíð, hvat tú kann gera fyri grannalagið. Spyr ikki, hvat vinirnir ella familjan kann gera fyri teg, spyr tú onkuntíð, hvat tú kann gera fyri tínar vinir og tína familju?’ 

Í 2009 bleiv ein kanning almannakungjørd hjá granskarun í Oxford Univeresity. Úrslitið av hesari gransking var - at vit menniskju merkja eina størri og heitari kenslu, tá vit geva, enn tá vit fáa. Tað er gott, at vit kunnu fáa slíkar niðurstøður staðfestar vísindaliga, men í okkara gomlu Bíbliu, stendur tað sama: ’Sælari er at geva enn at fáa’. Tíverri eru tað nøkur menniskju, sum liva sín fagra ungdóm um várið. Men av tí at tey eru sjálvsøkin og stolt, so seta tey ikki tíð av til at geva og sáa. Tey njóta lívsins summar, sólina og ljósið. Men tá lívsins heyst stendur á gáttini, so eru ongar fruktir at heysta. Tá kann veturin blíva myrkur og kaldur, tí tá er ov seint at sáa.

At vera eyðmjúkur fyri alt, sum ein er vælsignaður við, er grundalagið undir alt slag av lívsgleði. Tí tá ein er eyðmjúkur, kann ein ikki vera stoltur samstundis. Eyðmjúkleikin ger eisini, at ein blívur takksamur fyri tað minsta - og tað er ikki fyrr enn, ein blívur eyðmjúkur og vísur takksemi, at ein blívur nøgdur. Nøgdsemi er nakað, sum nógv tráa eftir nú á døgum - tí tey flestu kenna á sær, at tá ein er nøgdur, tá hevur ein eisini orku og yvirskot at geva og hjálpa øðrum. At sáa og geva - at hjálpa og deila eru nøkur grundleggjandi virðir, sum liggja í okkara genum og í okkara hjørtum. 

Kristindómurin er bygdur rundan um hesi virðir - og hvørju jól vera vit mint á hesi virðir. Tí størsta gáva, sum menniskjað nakrantíð hevur fingið, var tá Gud gav sín egna Son - Hetta gjørdi hann, tí hann vildi hjálpa menniskjunum, og Hann vil fegin hava, at vit deila Hansara gleðisboðskap. Um nakrar dagar, so verður jól. Tá geva vit hvørjum øðrum gávur, og tá deila gleðina saman við teimum, sum vit elska allarmest. Eingin tímir at pakka jólagávur upp einsamallur, tí vit vita, at tá vit deila gleðina saman við øðrum, tá kennist gleðin størri. 

Fyri 25 árum síðani setti eitt menniskja, niðri í Europa, eitt lítið træ niður í moldina. I dag stendur hetta vakra træ í miðbýnum í Klaksvík, og er til stóra gleði fyri sera mong menniskju. Tann besta løtan at planta eitt træ, var fyri 25 árum síðani. Næstbesta løtan, at planta eitt træ, er í dag. Tað kunnu vit gera, við at síggja alt tað góða og vakra, sum er í okkara lívið, at verða eyðmjúk og takksom fyri alt tað, sum vit eru vælsignaði við - og við at geva, deila og hjálpa øðrum menniskjum. 

Takk fyri at tit lyddu á, og gleðilig jól øll somul

Lýsing
Seinastu tíðindini
Formaðu­rin í bóndafelag­num: Vónandi kann…
Myndarøð: Bóndur savnast nú í Hoyvíksgar…
Myndarøð: Traktorriðil til Havnar at mót…
Ein heimsstjørna til Føroya!
Bíblian á føroyskum í sjeytifimm ár
Gjørdist heimskendur av dómarahending
Nýggjur bygningur til Fróðskaparsetrið
Skotiđ viđ Magnus Jørmundsson
Nú kemur umstrídda lógaruppskotið
Pál Weihe í Sandvágs kirkju
Sløkkja ljósini í ein tíma
Hotel Hafnia og Hotel Brandan hava gjørt…
Peningastov­nar gera mismun á fólki
Norðlýsið á gøtuni
Magni Christiansen konsert á Eiði
Nýggj vísindagrein í Ocean Engineering
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
Dýrari tunlar enn neyðugt
Magnus Jørmundsson vitjar Skotið
Heilsuhjálpara­felag Føroya