Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Er tað sálarliga ósunt at trúgva á Gud?

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  01.12.2020 - 17:26 Tíðindaskriv

Í okkara grannalondum eru nógvar kanningar gjørdar um, hvussu sálarheilsan hjá fólki er - og hvat eykennir tey, ið hava ávikavist góða og minni góða sálarheilsu. Í Føroyum vísir umfatandi kanningin “Hvussu hevur tú tað?”, ið Fólkaheilsuráðið hevur staðið fyri, at mong ung ikki hava góða sálarheilsu. Hetta samsvarar við aðrar kanningar, ið eru gjørdar í øðrum vesturlendskum londum.

Í kvøld kl. 20 bjóðar KFS til online-fyrilestur og Q&A við Glynn Harrison um spurningin “Er tað ósunt sálarliga at trúgva á Gud?” Føroyar eru nógv ávirkaðar av kristnu trúnni, og spurningurin er, um hetta kann hava ringa ávirkan á okkara sálarheilsu. Ella kanska tað øvugta: at trúgvin á Gud kann hava góða ávirkan á okkara sálarheilsu?

Glynn Harrison ​er professari emeritus í sálarfrøði og psykiatri á Bristol University í Onglandi. Umframt at undirvísa virkaði Glynn eisini sum ráðgevandi psykiatari og leiðari á deildini fyri psykiatri. Glynn er virkin í kjakinum um trúgv, sálarfrøði og sálarsjúku og hevur skrivað fleiri bøkur, m.a. ​The Big Ego-Trip: Finding True Significance in a Culture of Self-Esteem​.

Í kvøld fer hann at greiða okkum føroyingum nærri frá sínum sjónarmiðum um trúgv á Gud og sálarheilsu. Aftaná svarar hann spurningum frá hyggjarunum.

Tiltakið verður stroymað beinleiðis á Youtube (​https://youtu.be/_cc42LgrQLQ​) og á Facebook-síðuni KFS Føroyar.

Sí meira um tiltakið her: ​https://www.facebook.com/events/670953693587308

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Eingin Veðurstova Føroya uttan Alix
Lýsing