Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Adventstræ/gávutræ

SKRIVAÐ: Finn Stampe  |  01.12.2020 - 20:40 Mentan Myndarøð Tíðindi

Hugskotið til gávutræið kom, tá vit vóru í Norra í fjør og hildu jól. Svigardóttirin Mari gjørdi hendan túrin til ein aktivitet fyri okkum øll. Vit gjørdu pakkar við ommu- og abbabørnum, og gjørdu klárt til at grilla úti í skógini. Tá vit komu á staðið, var eitt træ prýtt við nógvum pakkum. Sera hugnaligt, og børnini fóru beina leið yvir til pakkatræið at býta um gávur. Meðan vit vóru har, komu foreldur við børnum at býta um gávur. Sera hugnaligt at síggja og verða við til, og stuttligt hjá børnum, og eisini ein aktivitetur fyri vaksin eins væl og børn.

Tað hevði verið stuttligt, um foreldur við børnum tóku væl undir við hesum, so pakkar koma at hanga til umbýtingar í desember og fram til jólaaftan. Í dag havi eg hongt 21 pakkar upp, so tað verður spennandi. Vónandi fer hetta at rigga, so tað kann verða ein afturvendandi aktivitetur í desember. Eisini nú í hesi Coronatíð.

Pakkarnir eru ætlaðir til børn frá 0- 12 árum. Teir eru merktir eftir alduri. Umráðandi er at man skrivar “genta” ella “drongur” og aldur á barninum, so man veit, hvønn pakkin er til.

G.G. Vit hava valt ikki at koyra góðgæti í pakkarnar. Í pakkunum eru í staðin ymiskar leikur.

Eisini umráðandi: Fyri at pakkarnir skulu verða turrir, er neyðugt at pakka teir væl inn við fyriliti fyri okkara veðurlagi. Koyrið eisini band um pakkan, so hann kann hanga væl.

Kanska er eisini gott at hava ein saks við.

Alt tað besta til tykkum, og eina gleðiliga advent.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Lýsing