Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í Kalsoyarfirði eftir 5. Christian í Grótinum

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  02.12.2020 - 15:32 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tá  ein "nýggjur" Christian í Grótinum varð keyptur úr Noregi og á fysta sinni kom til Klaksvíkar, var Norðlýsið í Kalsoyarfirði og tók ímóti saman við millum øðrum Fridodt Rasmussen, stjóra á KSS. Skipið kom sum sagt úr Noregi bygt í 2003 og sigldi har undir navninum Kvannøy. Hetta var eitt kombinerað fabriks og RSV skip, sum var mett tá at vera væleygnað til tær kvotur, sum felagið Christian í Grótinum átti í 2013. 

Nú 7-8 ár seinni er støðan ein onnur, og felagið hevur gjørt sáttmála um ein nýggjan Christian í Grótinum, sum fer at kosta um 300 milliónir krónur. "Christian í Grótinum 6." verður tó ikki á Klaksvík fyrr enn í 2022. Tað vil siga, at hendir onki í tíðarskeiðinum ímillum dagin í dag og januar í 2022, so skuldi manningin gingið í Klaksvík og trilla tumlar til tað tíð.

Vit tosaðu við ein av manningini á Christian 5. um tað. Hann helt, at hann helst kláraði at bíða eitt ár og koma livandi burturúr tí. Víðari helt hann, at reiðaríið hevði trinnar møguleikar, antin at lata onkran annan fiska kvotuna hjá teimum í komandi ári, ella í øðrum lagi, at leiga eitt skip til endamálið, ella eisini at keypa eitt skip. Og, legði hann afturat: "Kenni eg reiðararnar og felagið rætt, so verður valla fyrsti møguleikin brúktur um so er at bert ein lítil møguleiki er fyri hinum báðum, so neyvan sleppi eg at trilla tumlar alt 2021".

Lesið meira í prentaða blaðnum fríggjadagin. Njótið myndirnar:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…