Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroya Politi fingið nýggja samskiftisskipan

SKRIVAÐ: Føroya Tele  |  03.12.2020 - 14:28 Tíðindaskriv Vinna

Føroya Politi hevur fingið tryggar karmar og nútímans hentleikar at samskifta sínámillum. Á móttøku í dag handaði Føroya Tele politinum nýggju samskiftisskipanina, ið ber heitið KIMA.

Á vári 2019 vann Føroya Tele útboð hjá Ríkispolitinum um at veita Føroya Politi eina nýggja samskiftisskipan. Skipanin skuldi fylgja “Mission Critical Push-to-Talk”-trygdarkrøvum, og endaliga loysnin varð at byggja skipanina oman á landsumfatandi farnetið hjá Føroya Tele.

Skipanin, ið hevur fingið heitið KIMA, er nú til reiðar at fara í luftina. Á móttøku hósmorgunin 3. desember varð skipanin handað politinum. KIMA er smíðað til føroysk viðurskifti og hevur allar hentleikar, tá ið tørvur er á títtum, stuttum og tryggum samskifti.

KIMA er ment í samstarvi við Ericsson, og hon hevur óteljandi møguleikar. Við tíðini er málið at knýta alla tilbúgvingina saman, so at tey, ið tæna og ansa eftir okkum borgarum, kunnu geva eina enn og betri tænastu.

Á móttøkuni varð hugleitt um endamálið við KIMA, og hvussu KIMA er ílatin. Skipanin ber brá av miðvísum arbeiði og er eitt gott dømi um samstarv, ið riggar, tá ið partar við lyklastøðum finna felagsstevið og saman skapa spennandi og slóðbrótandi úrslit.

KIMA er ein slóðbrótandi skipan, sum er millum tær fyrstu í øllum heiminum.

Leinki til síðu her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja