Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ikki bert vit, men vit øll

SKRIVAÐ: Lasse Klein  |  15.12.2020 - 14:57 Lesarabrøv Tíðindi

Nýtslugjøldini skaptu framgongdina, og tí eiga vit at halda fram eftir sama leisti!

Tá ið spurningurin tók seg upp um gjald til undirsjóvartunlar, var tað eitt ókent fyribrigdi at taka gjald fyri at koyra gjøgnum ein tunnil.

Hetta gjørdi politiska skipanin greitt longu í 1988, fyri skjótt 32 árum síðani. Var hetta ikki gjørt var ikki møguligt at fremja eina slíka verkætlan. Tað var galdandi fyri tunnilin undir Vestmannasundi, og seinri eisini tunnilin um Leirvíksfjørð.

Tað snúði og snýr seg um, at tryggja vøkstur og framgongd í øllum Føroyum!

 

Ein samhaldsfast skipan
Tað var heldur eingin ivi um, at talan var um eina samhaldsfasta skipan sum skuldi verða galdandi fyri allar undirsjóvartunlar sum í framtíðini blivu bygdir.

Hesin hugburður var rótfestur í politisku skipanini tá, tí bert soleiðis fingu vit ráð at byggja fleiri undirsjóvartunlar.

Allir Føroyingar tóku væl ímóti hesi skipan tá, sum var eitt nýbrot fyri at kunna fremja størstu samferðslu útbygging í Føroyum um hetta mundi.

Lesi Løgtingsmál nr. 14: Lán til tunnil um Vestmannasund frá 17. mars 1988, og ikki minst lurta eftir orðaskiftinum frá hesum tíðarskeiðinum.

17. mars 2021 verða tað 32 ár síðani at hesi sjónarmið sóu dagsins ljós.

 

Brynja samfelagið til nýggjar tíðir
Orsøkin til at henda skipanin var tikin í nýtslu var tann, at mett var at tað fór at verða ógjørligt at gjalda rakstur og íløgur yvir landskassan, og tí var einasta gongda leiðin nýtslugjøld til at gjalda íløgur og rakstur, og teimum sjónarmiðum tók nærum øll politiska skipanin undir við.

Ein ásannan av at hetta var einasti møguleiki at fáa útbygd Føroyska samfelagið til nýggjar tíðir, og tá samanum kom so at siga allir Føroyingar tá tóku undir við.

Hetta var eisini ein ásannan av, at allar royndir vístu og framvegis vísa, at nærum øll framgongd stavar frá øktum góðum samferðslumøguleikum.

Tað snýr seg ikki um at seta býir, bygdir, ella oyggjar upp ímóti hvørjum øðrum.

Hetta snýr seg um trivna, og at útbyggja Føroyska samfelagið til altjóða avbjóðingar.

 

Spell og óneyðugt
Skuldi haldast fram á somu kós var neyðugt at skipanin helt fram, og at inntøkurnar av nýtslugjøldum vóru við til at fíggja bygging av øðrum undirsjóvartunlum. Hetta vóru hugsanir aftanfyri fyrstu royndunum at byggja fyrstu undirsjóvartunlarnar í Føroyum.

Haldi at tað er spell og óneyðugt at umrøða onnur alternativ til slíkar útbyggingar.

Nýtslugjøldini skaptu framgongdina, og tí eiga vit at halda fram við at útbyggja samfelagið á hesum øki eftir sama leisti. Tað var og er, tíverri ikki møguligt at fíggja slíkar verkætlanir á annan hátt.

Var hildið fast um hetta sjónarmið, eri eg ikki í iva um at Føroyska samfelagið hevði verið komið væl longur á leið á samferðsluøkinum.

 

So var eisini Suðuroyartunnlin komin
Høvdu vit hildið fram á hesi leið, var lítil ivi um, at eisini Suðuroyartunnilin hevði verði komin væl áleiðis. Spell, og kortini eisini ørkymlandi, at púra ógrundað sjónarmið spenti bein fyri hesum neyðuga framburði á samferðsluøkinum í Føroyum. Føroya fólk veit! Løgtingi veit! Suðuroyartunnulin kann ikki standa einsamallur! Neyðugt er við eini serstakari solidariskari skipan.

 

Eysturoyar- og Sandoyartunnlin, ein felags loysn
Vit kunnu í dag heilt greitt staðfesta, at stóð Sandoyartunnilin einsamallur, og skuldi fíggjast á fíggjarlógini, hevði hann ongantíð komið, og kunnu hesar verkætlanar, staðfestast, sum ein sólskinssøga hóast alt á samferðsluøkinum, og bert skunda undir, at Løgtingið noyðist at taka eitt kjak um, hvussu hesi viðurskiftir skulu leggjast til rættis í framtíðini, so at eisini Suðuroyartunnlin kemur í eina trygga fíggjarliga legu.

Ikki bert vit, men VIT ØLL

Tað er ikki bert ein spurningur um at hava tryggja vágafólkið, norðstreymoyingum og norðoyingum, og um stutta tíð eysturoyingum, streymoyingum og sandoyingum atgongd til undirsjóvartunlar, men vit hava eina íborna skyldu sum Føroyingar, at tryggja, at eisini Suðuroyartunnilin gerst veruleiki!

 

Lasse Klein,
fyrrv. Landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja