Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eysturoyartunnilin ávirkar mentanarlív, vinnulív, andslív, ja enntá ástarlív við at knýta okkum tættari saman. Tíð og rúm fatanin er enn einaferð broytt munandi til tað betra orsakað av samferðsluútbyggingunum her á landi | Mynd: Oliver Joensen

2020 í ein landnyrðing - nýggjárskvøða til norðoyingar og eysturoyingar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.12.2020 - 15:00 Leiðarin Mentan Vinna

Árið 2020 hevur sum heild roynst okkum stak illa. Tað er neyvan nøkur fyritøka, sum ikki hevur merkt sviðan av Coronafarsóttini annaðhvørt beinleiðis ella óbeinleiðis. Men ljós hómast nú fyri endan av tunlinum. Fyrstu koppsetingarnar eru komnar til landið, og fyrsta koppsetingin í Føroyum varð framd á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ígjár. Nú verður lagt til brots við at fyribyrgja sjúkuni. Koppsetingin er sjálvboðin, men úr Sjúkrahúsverkinum hoyrist, at 70% fara at lata seg koppseta, 25% vita ikki, og bert 5% vilja ikki, summi teirra, tí tey eru ovurviðkvom. Hetta eiga vit at virða, og fegnast um góðu undirtøkuna. Vit fara at lyfta í felag.

Hóast hart rakt av farsóttini hava vit í landnyrðingspartinum av Føroyum takklað smittuna væl. Fyriskipararnir av Sjómannadegnum, Summarfestivalinum og G!-festivalinum sýndu ábyrgd og avlýstu tiltøkini. Hetta hevur sjálvsagt givið teimum ein stóran peningamiss, men tað var neyðugt. Í staðin hava vit sæð talgild tiltøk so sum Saman í Frástøðu, sum Norðlýsið stóð fyri, eins og Norðoyastevnu á internetinum. Nakna kvinnan var ikki nakin leingi, tí hon lærdi at spinna. 

 

Hæddarpunktið á sendingini Saman í Frástøðu var kensluborna løtan tá Ragnhild Ellingsgaard hevði samrøðu við Oslu Norðá, ið gjørdist fyrsti klaksvíkingurin við koronasmittuni.

 

Í Norðoyggjum og Eysturoynni hevur 2020 staðið í tekninum hjá infrakervinum. Føroya størsta verkætlan nakrantíð bindur Eysturoynna og Suðurstreym saman. Bæði Eysturkommuna og Runavíkar Kommuna hava stórar havnaverkætlanir í gongd, og á Borðoynni verða tunlar fyri umleið ½ milliard boraðir í næstum.

Norðoyingar gjørdu ein feil, sum eysturoyingar ikki hava gjørt. Helst tí eysturoyingar hava lært av feili norðoyinga. Í avtaluni um Eysturoyartunnilin stendur svart uppá hvítt, at tá hann er útgoldin, skal vera frítt at koyra. Norðoyingar fingu hetta sama lovað, men einans munnliga, og tá dagurin upprann, og fólkið hevði hildið sín part av avtaluni, vístu politikararnir seg sum undanstøkkingar. Avtalan varð brotin, og tí gjalda vit enn. Hetta kann koma at merkja, at í 2050 verður frítt at koyra í Sandoyartunlinum og Eysturoyartunlinum, meðan tað framvegis fer at kosta í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum!?!

Stórt hátíðarhald var í Íslandi í 2018, tá tunnilin Hvalfjarðarganga varð avhendaður ríkismyndugleikunum. Tað er okkara nýggjarsvón, at vit føroyingar innan leingi kunnu halda eitt líknandi hátíðarhald.

Eftir kommunuvalið í november gjørdist greitt, at í flestum kommunum skulu vit hava nýggjar borgarstjórar. Tórbjørn Jacobsen í Runavíkar kommunu er ein av fáu "yvirlivarunum", saman við Kristin Michelsen í Tvøroyar kommunu og Amaliu í Frammistovu í Fugloyar kommunu. Í Klaksvíkar kommunu handar Jógvan Skorheim, ið seinastu átta árini hevur stjórna kommununi við hepnari hond, stafettina víðari til nýggja sambands-stjørnuskotið Karl Johansen á midnátt. 

Í ítróttinum eru norðoyingar og eysturoyingar har, tað er stuttligt at vera. Klaksvíkar Ítróttarfelag brillieraði ordiliga í Europa, har felagið kom metlangt. Nes Sóknar Ítróttarfelag stríddi seg eisini upp á silvurplássið, so aftur komandi ár verða NSÍ og KÍ at síggja í europeiskum fótbólti saman við HB.

 

Mjølnir gjørdu slætt borð og vunnu føroyameistaraheiti hjá bæði kvinnum og monnum í 2020. Her avmyndaði uppi á Klakki

 

 

Danski Tjóðbankin gjørdi herfyri eina meting av føroyska búskapinum, og niðurstøðan var greið: Tað, at tær føroysku fyritøkurnar eru so væl fyri, hevur onki minni enn bjargað føroyska búskapin. Greið tala, ið politikararnir vónandi taka til sín, heldur enn at trekkja kapital úr vinnuni. Uttan eitt sterkt og væl konsoliderað vinnulív hava Føroyar onga veruliga framtíð.

 

Nýggi Christian verður partur at skipaflotanum hjá Christian i Grótinum samtakinum. Í løtuni verður nýggjur Christian í Grótinum smíðaður, hann fer at kosta umleið 300 mió. kr og verður eftir ætlan handaður í januar 2022

 

Samanumtikið má sigast, at nú er vón. Stóru útbyggingarnar av havnarløgum, tunlum, undirsjóvartunlum og skipaflotanum undirstrika allar hesa vónina. Vón er eisini fyri at basa Coronafarsóttini, um vit føroyingar standa saman. Alt í alt ber 2021 boð um, at tíðirnar aftur fara at batna.

Vit vilja takka øllum íbúgvum í Norðoyggjum og Eysturoynni fyri at hava sýnt stóra ábyrgd og ofrað nógv í farandi ári. Samstundis vilja vit á Norðlýsinum ynskja øllum lesarum, lýsarum, norðoyingum og føroyingum eitt gott nýggjár og eitt gott 2021.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag
Semjuskjal um heilsugransking og undirví…
5G er tendrað