Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hampuligt veður at skjóta fýrverk í kvøld. Eitt lot av vesturhallum norði, 5 til 10 m/s, og ælaveður. Hitin í kvøld fer at liggja um 2 til 3 stig. | Mynd: irf.fo

Veðrið í kvøld

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  31.12.2020 - 11:50 Tíðindi Veðrið

Í morgun hava verið 5 til 10 m/s av vesturhallum norði og ælaveður. Hetta hevur verið veðrið í tveir dagar, og soleiðis fer tað at vera í kvøld eisini.

Luftin kemur av innlandsísinum í Norðurgrønlandi. Har er ógvuliga kalt, men luftin ornar á vegnum til okkara, meðan hon tekur damp í seg upp í havinum. Tí er skýggjað og ælaveður her hjá okkum, og hitalagið er um 3 stig – t.e. á markinum fyri kavaavfall ella regnavfall. 

Tað er nokkso ymiskt at síggja við mátistøðirnar hjá Landsverki, hvussu langt ella stutt tað er ímillum ælini. Orsøkin er ættin, hvussu ymiskur vesturhallur norðan er kring landið.

Í kvøld, tá ið fólk fara at skjóta fýrverk, skulu vit vænta sama veður, sum er í morgun og var í allan gjár, og tað eru 5 til 10 m/s av vesturhallum norði, skýggjað og ælaveður, og hitin fer at liggja um 2 til 3 stig.

Hetta er ársins síðsta veðurforsøgn, og her av veðurredaksjónini hjá Norðlýsinum verður tí ynskt øllum okkara lesarum eitt gott nýggjár við tøkk fyri viðmerkingar, spurningar, góð ráð og myndir í 2020.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Lýsing