Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minningarorð - Petrina á Vágsheygnum

SKRIVAÐ: Poulina Slættanes  |  31.12.2020 - 14:32 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Henda dagin,  vit fyrireikaðu okkum til jólar,  komu óvæntaðu boðini av Lanssjúkrahúsinum, at Petrina hevði lagt frá sær. Tað var dótturin Maria, sum ringdi. Vistu ikki, at hon tá tók seinasta stevið úr dansinum, tí foldarliga.  Í sælu jólatíðini koma slík boð illa við. Tað er líkasum ikki pláss fyri tí syrgiliga um jóltíðir. Og als ikki, tá talan er um Petrinu.

Tá vit vitjaðu Petrinu á Vesturvón, var beint undan koronuhóttanini. Vit, Ruth og eg,  vóru so samdar at fara aftur at vitja. Okkurt bendir á, at jú eldri vit gerast, longur  hála minnini okkum fram um tað, sum er beint nú. Petrina og  hennara avvarðandi fingu ein ringan skelk, tá ein heilabløðing gjørdi hesa virknu Petrinu óhjálpna. Hetta lívsstykkið var so meint  rakt.  Meðan alt loysnaði frá, var smílið eftir, tað praktfulla, góðskukenda smílið. Tað fekk sjúkan ongantíð bilbukt við.

Petrina var eitt vet eldri enn vit. Vit vistu, at áðrenn hon var fødd, doyði pápin. Í júst somu støðu vóru tey eisini hjá eletrikaranum. Luffa sat eftir á Vágsheygnum við 4 børnum summarið 1948 og Jóhanna á Biskupsstøð um jóltíðir árið eftir við 3 børnum. Ruth fødd um páskirnar 1950.   Nakað serligt og eyðkent var við Petrinu. Kendi tú hana, tók hon allan pakkan. Tað var soleiðis, at vit ikki altíð sluppu í dans sum tannáringar. Men fingu mammur okkara at vita, at Petrina syrgdi fyri okkum, ja, so var eingin forðing. Eitt ófrávíkiligt álit tær høvdu á henni. Og tað skal hon eiga, hon livdi upp til álitið.

Vit førka okkum í skúlagarðin á Ziskatrøð. Tað var, tá flokkar stillaðu upp og bíðaðu, til lærarin kom. Ansaliga stóðu vit í røð. Tað mátti ikki henda, at okkurt elvdi til eftirsiting. Nøkur røð frammanfyri okkum stóðu Jensa, Petrina og Randi. Tær báðar fyrru systkinnabørn og altíð í lag. Tær høvdu tað mangan skemtiligt, láturin hoyrdist, har tær vóru. Vit vóru bara smágentur, tá elsti beiggin, Jógvan,  giftist við Elspu hjá Símun í Akursmørk. Tað er tann Elspa, Pól F yrkir um, tí hon var ein so framúr góður svimjari.   Vit fóru so rokaligar í gomlu kirkju at hyggja  eftir vígsluni. Vit tosaðu leingi um vøkru kjólarnar, Petrina og Jensa vóru í. Mundi Puttan hava seymað ? Noy, vit gittu, at eingin annar enn Luffa á Høvdanum hevði evnað vøkru silkikjólarnar við stívskjúrti innanundir og flesum í beristykkinum.

Vit sóu upp til tær eldru genturnar á Vágsheygnum. Tær vóru so smartar, ósmædnar  og dugdu so væl  at dansa. Helst Petrina. Tað var eitt so festligt flog yvir henni.  Flákrandi fór hon eftir blanka dansigólvinum í Atlantis, ið mangan var stroytt við sápuspønum, so slitna dansigólvið var betur at fúka eftir. Hon   sat ongan dans yvir. Vágsheygagentan  dugdi alla skránna, twist, rokk og vals. Uppi á pallinum spældi popporkestrið Atlantis , klaksvíksdreingir allir, Hildubrandur, Tórður Andreasen, Sørmund og Sjúrði. Allir í hvítum neilonskjúrtum við svartari, hárhvassari strípu.  Og teir vóru Shadows  fjepparar. Tað máttu vit so eisini vera. Cliff Richard hevði munin á Elvis í Klaksvík. Tí einki løgið, at hann vitjaði Summarfestivalin fyri nøkrum árum síðani. Vænti so vissuliga, at Petrina var har. Har var jú stórur partur av landinum um okkara aldur til staðar. Minnist best, tá tú fórt um gólvið, fim og ferðug, meðan teir á pallinum spældu “The young ones”, sum vit so fegin vildu vera ein partur av.

Nakað heilt serligt við Petrinu var, at hon gav løtunum ans. Ikki bara heilsa við einum hey. Noy, hvar kunnu vit seta okkum eina løtu ? Vit funnu ein bonk her og har, í Vágum og Havn. Alt bjóðaði løtuni av. Tá hon  í Sørvági bjóðaði til kaffiborð hjá Hugo Fjørðoy,  glógvaðu góðsligu eyguni.  Dótturin var stigtakari. So snilt og fyndugt, - har andaði alt av sørvágssøgu. Og Petrina so við upp á tað. Birgar Johannessen nevndi, kanska skemtiliga, at tað skuldi ein klaksvíksdama til at fáa slíkt at rigga í Vágum, sum ikki bar til í Havn.

At vit tríggjar  fingu felags stev í Vágum var tilvildarligt. Men vit førka jú okkum alla tíðina. Tíbetur ber tað til. Tað, sum hvarv úr ungdómstíðini, fingu vit aftur í Vágum. Vildu ynskt, at nakrar løtur vóru eftir og  til bar at sjóða eitt sindur aftrat í Varðabrekku í Sørvági hjá Ruth, - um alt tað farna, KÍ ikki minst, ið var og er ein partur av okkum.

Takk Maria og Leif, at vit í fjarstøðu kundu fylgja Petrinu allan vegin 3. jóladag. Ein beinrakin Inga Poulsen Dam, tá hon kensluliga bar fram síðsta dansin hjá Regitzu frammanfyri  litføgru altartalvuni. Hasa, Mikkjal á Ryggi, ið liggur har í kirkjugarðinum, var so glaður fyri.  Kundi ikki rakt dagin betri. Lívsstevið er farið, men eftir er hin lívsglaða, fródliga gentan á Vágsheygnum, ið gav seg yvir, tók Sørvág til sín  og gjørdist eitt fyrimyndarligt  fróðarfólk í Sørvági. Hon fer altíð at minna okkum á, at lívið skal livast, meðan tað er.

Ruth og eg hava samskift um jólini og senda tykkum í Sørvági kærar heilsur.

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja