Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað sigst, at Heimavernið ella The National Guard, sum tað eitur á enskum, verður sett inn í Washington D. C. innan leingi. | Mynd: CNN

Ruðuleiki í Washington D.C. – vápnini tikin fram

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.01.2021 - 21:22 Politikkur Tíðindi

Mótmælisfólk hava stormað kongressbygningin á Capitol Hill í amerikanska høvuðsstaðnum Washington D. C. Tey hava bart seg inn í bæði Senatið og Umboðsmannatingið, og harvið er at kalla øll Kongressin rakt av mótmælum og tilhoyrandi ruðulleika. Og nú eru skotvápini tikin upp úr hylkjunum.

CNN sigur, at løgreglan brúkar táragass fyri at fáa tamarhald á støðuni, og tað er eisini sambært CNN, at tað skulu vera Trump-viðhaldsfólk, ið hava brotið seg inn í kongressbygningin, men komin inn í bygningin hava tey verið rættiliga friðarlig – fram til nú.

Limirnir í Umboðsmannatinginum eru bidnir um at lata seg í gassmaskur, tá tað gerst neyðugt. Kongresslimirnir hava í løtuni maskurnar til reiðar undir stólinum, klárar at fara í, tá løgreglan gevur boð um tað.

Orsøkin til mótmælini er, at Kongressin í dag skal góðkenna úrslitið av forsetavalinum. Hetta hevur fingið túsundtals Trump-viðhaldsfólk at mótmæla kring um Kongressina fyrr í dag, og hetta er so eskalerað til, at tey hava trongt seg inn í bygningin.

Sitandi varaforsetin, Mike Pence, hevur fyrr í dag sagt við Kongressina, at hann ímóti viljanum hjá Donald Trump fer at viðurkenna valsigurin hjá Joe Biden. Eftir øllum at døma er tað hetta, sum hevur gjørt, at løgreglan hevur eskorterað Mike Pence burtur frá Senatinum og til eitt tryggari stað. Hetta sigur tíðindastovan Reuters. Donald Trump er av teirri fatan, at Pence formliga átti at latið vera við at peikað á Joe Biden sum nýggjan forseta. Hetta segði Trump fyrr í dag, tá hann helt røðu fyri mótmælisfólkunum.

Mike Pence hevur annars formligu skylduna til at tilnevna komandi forseta og komandi varaforseta eftir uppteljingina í Kongressini.

Borgarstjórin í Washington D. C. hevur givið boð um útgongubann frá kl. 23 okkara tíð og fram til kl. 11 í morgin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja