Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bygdin, ið hvarv!

SKRIVAÐ: Marjun Joensen  |  07.01.2021 - 11:22 Lesarabrøv Tíðindi

Tað ljóðar sum byrjanin á einari krimi, men tað er sonn søga. Endiliga eitt innslag, sum ikki snýr seg um covid, eitt føroyskt innslag. 

Vit eru fleiri, sum undrast á, at Landsverk hevur “gloymt” eina bygd. Sí samskiftið niðanfyri. 
Dult. Vinarliga ikki skriva nøvn ella citera. Takk.
 
Fólk í Morskranesi og tey, sum eru góð við bygdina harmast. Fá vita hvar bygdin er, verri bleiv tá tey fingu undarliga postadressu og so bleiv heilt illa statt, tá Landsverk avskrivaði tey. 


Fyri fyrst at greiða teimum frá, sum ikki vita hvar bygdin er, so er Morskranes á Eysturoynni, yvirav Kollafirði.
Vestanfyri í Sjóvar Kommunu eru tríggjar bygdir: sunnast Kolbeinagjógv, Morskranes og so Selatrað.
Vegurin, ið gongur frá Strondum og norðureftir eitur Selatraðarvegur. 

Tey 12 húsini á Morskranesi hava postadressuna Selatraðarvegur 450 til 496! Gøtunavn við navninum á grannabygdini, millum hægstu húsanr í Føroyum, og so í einum av smæstu bygdunum. Tað er løgið, men tað sum er enn løgnari er, at nú er bygdin horvin. 


Tá man kemur upp úr Eysturoyartunlinum stendur eitt skelti, sí mynd niðanfyri, hará stendur Kolbeinagjógv og Selatrað, men ikki bygdin ið er ímillum, sum eitur Morskranes!
Løgið, at Landsverk ikki bert skrivaði Selatrað, men valdi at skriva nøvnini á 2 bygdum og ikki tí einu. 

Man Landsverk hava gloymt, at bygdin er til?

Vænti tey, at bygdin alíkavæl er so lítil, at hon fer at doyggja út?


Fleiri hava vent sær til Landsverk, íroknað Sjóvar kommuna, men enn er einki lyfti komið um broyta skeltið, so tað bert hevur endabygdina ella allar tríggjar bygdirnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…
FO Tatt Fest 2026 verður um eina viku!
Borgar­stjó­rin í Egersund fegnast
Støðug rakstrargongd og burðardygg átøk…
Vinnarar og taparar á valinum í Stóra Br…
Nýmótans fólka­tónleikur og amerikana
Sir David Attenborough fyllir 100 ár
Semja millum Føroya Arbeiðsgevara­felag o…
Semja millum arbeiðarafeløg­ini og arbeið…
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…