Vælkomið nýar, ver vælkomið her!
Soleiðis syngja vit við aldargomlu nýggjársvísuni, ið Grundtvig gamli hevur havt í hondum, og sum Hans David, lærarin, so megnarliga hevur týtt til føroyskt. Aftaná eitt Covid-19 ár eru vit enn einaferð mint á, at tað er ser torført at spáa um framtíðina, og at loysnin aldrin er at síggja trupuleikar sum eina hóttan – loysnin er heldur at síggja tað óvæntaða sum eina avbjóðing.
Tað eru tey, ið vilja vera við, at vit eru um at síggja um endan av Corona-hóttanini, nú nýggjur heilivágur er á marknaðinum, meðan onnur siga, at nýggi eingilski/suðurafrikanski varianturin av coronahóttanini í veruleikanum er ein heilt nýggj sjúka, sum núverandi vaccinurnar ikki kunnu fáa tamarhald á. Vit leikfólk megna ikki at hava eina kvalifiseraða meining um tað, men loyva okkum bara at vóna at tað ikki er so.
Í meðan áttu vit at lært, at fara vit í hernað móti avbjóðingunum við samanhaldi, samhaldsfesti, dirvi og áliti á morgindagin, so ber næstan til at flyta fjøll. Tað, at føroyingar hava yvirliva øldirnar á klettunum, er eitt satt tekin um, at føroyingar, kvinnur og menn, hava megnað at bast tí næstan ómøguliga og troðsa veður, vind, kulda og kava, brim, strey, íður og hungursár. At fara til útróðrar við seksmannaførunum, og til Íslands við gomlu deyðsiglarunum, var næstan sum at troðsa lagnuna.
Men vit hava kanska gloymt, at lívið kann kosta! Samanhald kann kosta! Stundum noyðast vit at gjalda við løtuni fyri at vinna eina tryggari framtíð. Øll kenna vit okkum eitt sindur Corona-troytt, og mong eru tey, ið hava hug til at geva skarvin yvir og bara lata standa til. Men vit halda í veruleikanum øll lagnuna hjá grannanum í okkara hondum. Um vit slaka ella lata standa til, so kann tað í veruleikanum kosta lív og leingja miséruna í tað óendaliga.
Hví mála illamann á bróstið her við ársbyrjan? Jú, tað er tí, at tað er ikki sørt, at egoisma, sjálvsøkni, ”mageligheit” og ábyrgdarloysi hevur fingið tak á mongum av okkum. Víst eru Føroyar minni merktar av Corona enn t.d. Danmark og Bretland, og tey strongu fyribyrgjandi tiltøkini í grannalondunum kunnu ikki samanberast við lutfalsliga stóra frælsið í Føroyum. Men lyndið til at sleppa endanum til frama fyri løtugleðini er helst felags fyri øll londini.
Kendastu orðini, sum Storm P. hvørki hevur sagt ella skrivað, eru: ”Tað er torført at spáa, serliga um framtíðina” – orðini stava helst frá einum hollendskum keipumyndateknara. Men uttan mun til, hvør upprunaliga eigur orðini, so er tað nakað um tað, at torført er at spáa, serliga um framtíðina, tí framtíðin inniheldur so nógvar ókendar faktorar. Tað eru so mangar orsøkir, ið forma tað komandi, at ongin hevur í veruleikanum tamarhald á ella yvirlit yvir heildini. Vit ferðast tí øll, sum so, út í óvissuna, men sum kristin menniskju kortini ikki út í tilvildina!
Tað hevur ongantíð verið meira greitt enn júst nú, at lagnan hjá okkara meðmenniskjum liggur á herðum okkara. Lagnan hjá øllum heiminum er í okkara hondum. Covid-19 hevur mint okkum á, at øll menniskju eru brøður og systrar okkara, og at sjúka og neyð kennir ongi landamørk. Føroyingar kunnu gyrða seg inni, og soleiðis basa smittuni eitt bil, men gera føroyingar tað, so doyr samfelagið, tí føroyingar liva av umheiminum. Føroyingar vinna dagligt breyð í útheiminum, føroyingar fáa sær neyðuga útbúgving í útheiminum, og Føroyar verða mentanarliga fátækari, um føroyingar ikki sleppa at ferðast til onnur lond.
Í meðan er bara at gera tað, sum føroyingar altíð hava gjørt, og tað er at hanga í. Tað er, sum longu nevnt, ikki minni enn eitt undur og eitt bragd, at føroyingar hava megnað at yvirliva á okkara mangan kørgu oyggjum, og skapt tað fyrimyndarliga samfelagið, sum Føroyar eru í dag. Ringar umfarssjúkur eru ikki fremmandar í oyggjunum. Spanska krímið og tuberkulosan eru helst tey herviligastu í nýggjari tíð. Nú hava vit nógv betri heilivág, nógv betri smittukanningar, og vit vita nú, hvussu smittan breiðir seg og kann fyribyrgjast.
Um vit øll dagliga gera okkum greitt, at lagnan hjá grannanum liggur í okkara hondum, at vit øll hava ábyrgd fyri hvørjum øðrum, so man tað, og nýggju vaccinurnar, eisini fara at veita okkum vón og sólskin i vár, og veita á markini grøði í ár. Vælkomið nýar, ver vælkomið her!

Bergur Jacobsen
Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Bergur Jacobsen
Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.