Lýsing
Lýsing

Vinnulívið, børnini og eldraøkið standa mær næst nú eg taki við

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  09.01.2021 - 15:47 Mentan Myndarøð Politikkur Tíðindi

Tað sigur Karl Johansen, nýggi borgarsjórin í Klaksvíkar Kommunu við Norðlýsið, nú hann situr í sóttarhaldi, til leygardagin, eftir at hava verið í Danmark og vitjað eina dóttir á jólum.

“Nú havi eg ikki ráð til at hava teg gangandi í skúla meira. Eg havi biðið tær kjans við Pison at fara á Flemish Cap.” - Tað vóru boðini frá pápa mínum, tá eg hevði fingið realskúlaprógv í Klaksvíkar Skúla, sigur Karl Johansen í telefonini úr sóttarhaldið sínum, sum endar komandi leygardag.

Altíð ein nýføðingur

Tá eg spyrjið meira um skúlatíðina er Karl skjótur at svara: Nei, eg minnist onki gott til barnaskúlan. Eg kann siga at eg hevði ein buldrarsligan barndóm. vit vóru 9 systkin, átta beiggjar og ein systur. Eg var næstelstur, tí minnist eg altíð ein nýføðing tey árini eg búði heima hjá mammu og pápa.

Happing

Tá eg sigið at eg einki gott minnist til barnaskúlan, tá tosið eg um tey fyrstu árini. Tann happingin, sum tá gekk fyri seg í skúlanum, stóðu lærararnir fyri.

Langt hár

Eg gekk altíð við langum hári og tað dámdi teimum als ikki, eg fekk mangt skotið fyri tað. Men orsøkin til at eg gekk við langum hári var, at tað var pápi, sum skuldi klippa mær hvørja ferð hárið var blivið ov langt. Tá hann var heima royndi eg at sníkja meg undan, tí eg helt ikki at hann dugdi so væl at klippa.

Nýggir lærarar

Men skúlatíðin lagaði seg tó til tað positiva við tað, at tá eg var komin í sjeynda flokk, fekk eg nýggjar ungar lærarar. Tað vóru teir Eigil Hentze, Poul Nolsøe og Símin Michael Poulsen (nevndur Dal). Tá kom undirvísingin upp á eitt heilt annað støði og mær fór at dáma at ganga í skúla. Tað gjørdi at eg fekk realprógv áðrenn eg fór úr skúlanum.

Við Pison

Sum sagt, so hevði pápi longu tá biðið um kjans fyri mær við Pison. Tað var annað lív enn at ganga í skúla. Eg minnist til fyrsta túrin. Hevði í veruleikanum ongantíð sæð ein stamp fyrr og nú skuldi eg klára mítt tørn við egning. Tað var eitt syndarligt lív við so at siga húðaleysum hondum og afturút í egningartørni. Men tað gekk, eg satt at siga bardi meg burturúr tí. Næsta túrin gekk betur og tá eg var triðja túrin við Pison dámdi mær væl.

Kanjon

Eg var við Pison í 71 og  72. Kristian Jørgensen var formaður hjá Kanjon tá og ein av fremstu stuðlunum hjá Stjørnuni. Hann bjóðaði mær arbeiði  hjá Kanjon samstundis sum hann vildi hava meg at spæla hondbólt. Kanjon hevði nógv stórarbeiðið tá, Ósáskúlin var í gerð, leinging av Kósabrúnni og Tekniski Skúlin, so kanska kann eg siga, at eg gjørdist eitt slag av “professionellum” hondbóltspælara tá.

Við Fjalshamri

Men at stoypa hjá Kanjon gav ikki so nógv, so eg fór aftur til skips. Tá fór eg til Labrador við Fjalshamri at fiska svartkalva. Hetta er í 73, tá vit komu heim aftur, fóru vit á ísfisk undir Føroyum og Íslandi. Eg var við Fjalshamri undir Íslandi tá eldgosið var í Vestmannaoyggjunum, vit sóu bæði eldin, øskuna og roykin og lógu klárir og bíðaðu, tí vit skuldu hjálpa um brúk var fyri okkum.

Á hondbóltslandsliðnum

Í 75 eri eg aftur hjá Kanjon, arbeiddi og spældi hondbólt, tá verið eg úttikin til hondbóltslandsliðið, sum fyrsti klaksvíkingur á landsliðnum. Vit fóru til Skotlands at leika í móti skotska landsliðnum. Vit spældu tveir dystir annar ímóti Skotlandi og hin ímóti Stórabretlandi, vit vunnu báðar dystirnar við nógvum málum.

Hug til læru

Eg var bara 19 ár tá eg gjørdist pápi, kona mín Jórun var 20. Dótturin varð fødd í 74. Satt at siga, so hevði eg hug at fara í læru onkustaðni, men her vóru ikki nógvir møguleikar nú vit høvdu fingið eitt barn og hvørgin okkara hevði møguleikar fyri peningaligari hjálp heiman ífra. So á heysti í 1975 síggi eg eina lýsing í Norðlýsinum har søkt verður eftir politistaevnum. Í lýsingini stóð eisini at ein fekk løn í lærutíðini.

Søkti politistaskúla

Her sá eg mær ein møguleika og søkti, men tað vóru tveir spurningar, ið eg ikki uppfylti og teir vóru at spurt var um eg kláraði at svimja 200 metrar og hin, um eg hevði koyrikort. Eg dugdi ikki at svimja, men her kom Jórun kona mín mær til hjálpar, hon var góður svimjari og tað var skjótt hjá henni at læra meg at svimja. Tá hevði eg svarað at eg dugdi at svimja áðrenn Jórun tók meg í svimjihøllina. Men nakað eftir sigur Jákup á Fløtti, sum arbeiddi her sum politistur, at teir høvdu fingið umsókn mína, men at tað var eitt minus við at eg ikki hevði koyrikort.

Slapp inn

Eg tosaði so við Símin Waag Høgnesen, koyrilærara, hann var við upp á tað beinan vegin. Vit koyrdu skúlakoyring hvønn dag í eina viku og vikuna eftir fór so eg upp til roynd á politistøðini. Tá eg hevði fingið boð um at eg stóð royndina, viðmerkti Jákup á Fløtti tað á hoyringsskjalið, sum teir høvdu fingið.

Tað gekk ikki leingi, so fekk eg boð um, at eg var sloppin inn og skuldi møta á politiskúlanum í Danmark 1. mai í 76.

Politistur

Um tíðina hjá Karl Johansen sum politistur hava vit skrivað áður, greinin sæst á nordlysid.fo um tú leitar undir “politistur” (sí niðast undir myndunum). 

Byrjar sum borgarstjóri

Í komandi viku skal Karl Johansen byrja í borgarstjórasessinum í Klaksvík. Eg spyrjið hvat liggur fremst í hugaheimi hansara nú áðrenn hann byrjar:

Satt at siga, so eri eg ógvuliga spentur upp á at taka við borgarstjórastarvinum. Tað, sum liggur fremst í hugaheimi mínum beint nú eru trý ymisk mál. Vinnulívið skal hava góðar karmar. Børnini í ansing skulu hava tað gott og ikki minst skal arbeiðið á eldraøkinum røkjast væl og virðiliga. Um hesi tingini verða røkt til lítar, so skulu vit onnur nokk koma ígjøgnum dagin.

Virðing fyri skattapeningi

Eg havi búð í Klaksvík nú í eitt mannaminni og havi goldið nógvan skatt. Mangan hevur verið tosað um at tað almenna hevur víst ov lítla virðing fyri skattapeningi borgarans.

Eg fari at ansa væl eftir, at peningur, sum borgararnir spýta í kassan fara at geva borgarunum nakað aftur.

Upp í politikk

Satt at siga, so ætlaði eg mær ongantíð at fara upp í politikk. Mær dámdi sera væl arbeiðið sum eg hevði sum politistur, men nú eg skuldi fara frá hevði eg hug at finna mær eitthvørt annað. Fleiri politiskir flokkar vóru eftir mær at stilla upp til valini seinast.

Sambandsflokkurin

Men eg visti innast inni, at um eg fór upp í aktivan politikk, so bleiv tað Sambandsflokkurin. Faktiskt visti eg ongantíð hvat foreldur míni valdu, helst snúði tað seg meira um persónar hjá teimum enn flokkar, men sum sagt eg veit ikki.

Glaður fyri valið

Tó so var alt rundan um okkum omma og abbi í Víkunum tey á Uppsølum og tey hjá Mikkjali sambandsfólk, so tað hevur helst litað meg.

Eg eri sera glaður fyri at eg bleiv valdur inn í býráðið og ikki minni fyri at býráðið valdi meg til borgarstjóra.

At bera aftur

Hetta gevur mær eitt gott høvi at bera nakað aftur til samfelagið, sum hevur borið meg ígjøgnum lívið her ímillum fjøllini.

Eysturi á Fjøllum

Karl Johansen hevur ikki bara havt hug til sjógvin. Hann hevur eisini fingist við seyð í frítíðini og hevur verið sera áhugaður í náttúruni. Hann hevur verið bóndi í Skorini og í Bjargamansdali og nú tá Norðlýsið tosaði við hann í vikuni, hevði hann ætlanir um at brúka sínar seinastu sóttarhaldsdagar saman við konuni í Bjargamansdali, hagani myndirnar eru frá.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…