Lýsing
Lýsing
Lýsing

Karl Johansen - politistur í Klaksvík í 40 ár

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  21.01.2019 - 10:47 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

64 ára gamli sýslumaðurin og politisturin, Karl Johansen kundi halda sín 40 ára starvsdag í ár. Hann er sum kunnugt giftur við Jórun og  tey bæði eiga døtrarnar Anniku og Duritu. Sum hondbóltsleikari hjá Stjørnuni í sínum ungu døgum, hevur Karl verið ein av ítastu stuðlunum hjá Stjørnuni líka síðani.

Vit fingu Karl niðan á Norðlýsið til eitt prát í vikuni:

Orsøkin til at eg á sinni fór á politiskúlan í Keypmannahavn, skal síggjast í møguleikunum eg hevði tá eg tók støðuna saman við unnustu míni Jórun Ljósstein. Vit bæði vóru komin saman og høvdu fingið eina dóttir. Eg fekst við ymiskt, var til skips, arbeiddi hjá Kanjon, róði út og hevði ymisk fyrifallandi arbeiði. Men eg skuldi hava eina lívsleið og leitaði eftir møguleikum. Tað eg hevði mest hug til, var at fara á skúla og læra til skipara ella skipsførara. Men eg sá mær ongan møguleika til tað við konu og barni, vit bæði høvdu heldur ikki møguleikar at fáa peningaligan stuðul heimanífra til slíkt.

 

Ein lýsing í Norðlýsinum

Tá ein dagin síggi eg í Norðlýsinum, at søkt verður eftir politistaevnum, og at man fær løn undir útbúgvingini. Hetta var júst tað eg hevði brúk fyri og søkti og fekk møguleikan.

Eg var 21 ár tá eg byrjaði á skúlanum. Tað  var ikki bara sum at siga tað, at fara frá umhvørvinum her og til Keypmannahavnar. Skúlin hevði funnið mær eitt kamar hjá eini gamlari konu, men eg vildi sjálvandi hava Jórun og dóttrina niður. Tveir teir fyrstu mánaðirnar búði eg einsamallur á kamarinum, og tað støðan var ikki nøktandi. Ígjøgnum hondbóltin kendi eg Boga Davidsen, hann hevði verið lærari í Klaksvík og var ein profilur innan hondbólt í Føroyum, so vit kendust væl tann vegin. Bogi hjálpti mær sera væl at finna eina íbúð. Vit fingu eina íbúð í juni og fluttu inn beint eftir summarfrítíðina.

 

Hetta skuldi gjøgnumførast

Jú, tað var ein avbjóðing at koma á skúla í stórbýnum og at búsetast í Danmark. Eg má siga, at eg var ótrúliga væl móttikin á skúlanum og av hinum næmingunum. Málsliga gekk bara hampiliga, men eg hevði ongantíð verið av landinum áður, og nú vóru vit bara ímillum fremmand, so tað kravdi at man var eitt sindur avgjørdur um, at hetta skuldi gjøgnumførast.

 

“Útrykning” í Keypmannahavn

Eitt sum var trupult hjá mær í byrjanini var, at vit skuldu taka koyrikort til neyðsendarbil. Eg skuldi koyra við “útrykningi” ígjøgnum stórbýin og a donsku landavegunum. Tað var ikki bara sum at siga tað, tí eg hevði ógvuliga lítlar royndir við at koyra bil í Klaksvík, eg hevði í veruleikanum fingið koyrikort stutt undan at eg fór til Danmarkar.

 

Bæði eg og Jórun leiktu hondbólt

Tað gekk skjótt hjá okkum báðum at koma í samband við aðrar føroyingar niðri. Vit høvdu bæði spælt við Stjørnuni í Klaksvík. Føroyingar høvdu eitt felag í Keypmannahavn, ið nevndist ÍF Føroyar, og har fóru vit bæði at spæla við. Annars gekk dagurin við at eg var í skúla, og Jórun var heima og um kvøldarnar var hondbóltur á skránni. Tá eg hevði leikt við ÍF Føroyum eitt skifti, fór eg at spæla við einum donskum felag, ið nevndist HG. HG spældi í næstbestu deildini í Danmark. Jórun helt tó áfram við ÍF Føroyum. Jórun fekk sær seinni eisini arbeiði á einum pleygiheimi, sum heilsuhjálpari. Annika, dóttirin var í barnagarði um dagin.

 

Politistur í Keypmannahavn

Skúlagongdin var annars skipað soleiðis, at vit gingu í skúla fyrsta árið, ímeðan seinna árið vóru vit í praktikk á eini danskari politistøð, og arbeiddu saman við øðrum, sum vanligt politi. Um praktikktíðina kann eg siga, at sammett við tí vit koma út fyri her, var tíðin har eitt sindur annarleiðis við at vit komu til álvarsligar ferðsluvanlukkur, til fólk sum gjørdu av við seg sjálvan. Har vóru góðar og ringar løtur og sálarlig hjálp var ongin. Um tú fekst sálarligar trupulleikar av onkrum, sum tú vart sendur út til, so mátti tú klára tað sjálvur. Tað var ikki sum í dag.

 

Eg vildi heim aftur

Sigast skal, at samanumtikið  dámdi mær væl skúlatíðina niðri, men eg vildi sjálvandi eisini alla tíðina heim aftur. Tað kom heldur ikki upp á tal, at halda áfram í Danmark, tí tá eg hevði søkt um upptøku og fekk at vita, at eg fekk møguleikan at fara á politiskúlan, tá fekk eg eisini at vita, at treytin var at eg kom aftur til Føroya at virka eftir lokna útbúgving.

 

Settur í starv í Havn

20. desember í 78, eri eg so settur í fast starv í Havn. Men eg vildi til Klaksvíkar. Áðrenn eg fór heim, tá visti eg at tveir suðuroyingar vóru settir í starv í Klaksvík. Teir vóru komnir av skúlanum í juni í 78. Teir vóru Hans Djurhuus og Tóri Midjord. Eg tosaði so við Tóra Midjord, tí eg visti at hann treivst onki væl í Klaksvík. Vit báðir avtalaðu so at bíta um. Hann fekk starvið hjá mær í Havn og eg fekk hansara í Klaksvík. 1. januar í 1979 fyri júst 40 árum síðani, byrjaði eg sum politistur í Klaksvík. Her havi eg verið síðani og mær hevur dámt sera væl á politistøðini í Klaksvík.

 

Heimligt at koma til Klaksvíkar

Tað var stuttligt og heimligt at koma til Klaksvíkar í 79. Karstin Hansen var støðleiðari, Hilmar Thomsen, Jákup Ósá, Jakup á fløtti og Hans Djurhuus vóru har tá. Eg haldi at eg kann siga, at samarbeiðið gekk somikið væl at tað kendist sum nakað ið líktist einum familjusamanhaldi. Samanhaldið var ótrúliga gott.

 

Karstin var í fremstu røð

Tað kundi gera tað sama, hvat tú komst út fyri, Karstin Hansen, støðleiðarin bakkaði teg altíð upp. Hann búði eisini á ovastu hædd á støðini, og hann var altíð í fremstu røð, tá eitthvørt var á vási.

Upp á fyrispurning mín til Karl, um tað ikki var trupult at koma til Klaksvíkar sum politistur, her hann hevði familju, vinir og kendi at kalla øll, sigur hann víðari:

 

Kennskapur ongin trupulleiki

Nei, tað er ongin trupulleiki. Gaman í kendi eg øll í býnum, at kalla, tá eg kom her sum ungur politistur. Men Jógvan Ósa og Jákup á Fløtti vóru her frammanundan, teir kendu eisini øll. Tá eitt nú ein suðuroyingur verður settur í starv sum politistur í Klaksvík, so gongur bert stutt tíð, til hann eisini kennir øll, so tað var eingin størri trupulleiki fyri meg, enn fyri øll onnur politifólk.

Men, sum hjá flestum øðrum so gongur við og ímóti í lívinum. Tað skal eisini takast við, at tað hava verið súrar løtur, men samanumtikið so hava góðu løturnar verið flestar.

 

Myrku løturnar komu uttanífrá

Tá eg havi kent myrkar løtur yvir arbeiðsplássinum, tá hevur tað altíð verið fyribrigdið, ið eru komin uttanífrá, nevniliga bygnaðarbroytingar. Nógvar av teimum hava ikki gjørt arbeiðshugin á arbeiðsplássinum betur.

Størsta bygnaðarbroytingin á arbeiðsplássinum kom í samband við Norðoya tunnilin, tá blivu sýslumenninir koyrdir frá sum støðleiðarar. Eftir mínum tykki hevur hetta ikki verið heppið.

 

Politileiðarin og sýslumaðurin

Settur var ein politileiðari á støðini og ein sýslumaður. Sýslumaðurin skuldi taka sær av grind, jørð, borgarligum giftum, notarius publikus og øðrum uppgávum. Hetta hevur millum annað við sær, at tú ikki fært greitt øll tíni viðurskifti, ið hoyra undir politiið og sýslumannin á einum stað, tað kemur meira enn so fyri at fólk sum koma á støðina at avgreiða eitthvørt fáa at vita at: “Nei, hatta hoyrir undir sýslumannin, tað kunnu vit ikki avgreiða, tú mást fara og leita eftir honum”.

 

Sýslumansarbeiði ikki høgt í metum

Eitt annað, sum hendan bygnaðarbroytingin hevur havt við sær er, at politistar tíma ikki sýslumansembætið. Eftir at hava søkt eftir sýslumanni í Eysturoynna í langa tíð, hava teir fingið Jákup Vestargaard at tikið sær av tí.

Ymiskar aðrar broytinar komu inn í skipanina tá eisini, men so líðandi hava vit nærkast gomlu skipanini aftur, tí riggar bygnaðurin betur í dag, tað gjørdi bygnaðurin eisini upprunarliga.

 

Væl nøgdur

Men, fær ikki skeivur, sigur Karl Johansen at enda. Hyggi eg aftur á lívið og arbeiðisplássið, so eri eg ótruliga væl nøgdur nú mær nærkast pensiónsaldri.

Frítíðarítriv havi eg havt mong, mær hevur dámt at fáast við tað sum hevur við sjógvin at gera, og eisini hevur hondbóltfelagið Stjørnan fylt nógv í mínum lívi. Spældi við har til eg gavst fyri aldur.

 

Sluppu ikki at leika dystir inni í nýggju høllini
Eitt fyribrigdið, sum situr fast um tíðina í Stjørnuna er, at tá vit fingu ítróttarhøll í Klaksvík, tá blomstraði hondbólturin. Nógvir ungir dreingir á mínum aldri valdu tá hondbólt. Áðrenn hevði alt verið fótbóltur. Men eitt, sum var eitt sindur løgið var, at vit sluppu ikki at spæla dystirnar í landskappingini inni, tí tað skuldi vera ein ov stórur fyrimunur fyri Stjørnuna. Vit mátt út á grúsvøllin niðanfyri høllina at spæla teir dystirnar. Men tá teir seinni fingu høll í Havn, tá var ongin trupulleiki, vit kundu tá leika allar okkara dystir inni í høllini, eisini ímóti hinum liðunum, ið ikki høvdu ítróttarhallir.

 

Fari at gevast við politiarbeiðinum

Sum eg segði í byrjanini, so fylli er 65 í juni mánað, og tá ætli eg mær at gevast á politistøðini, sum politistur. Arbeiðið, sum eg havi havt sum sýslumaður, fari eg tó at halda áfram við í nøkur ár, um heilsan loyvir tí. Tað, at eg havi tikið mær av hesum partinum av politiarbeiðinum hevur bara verið tí, at eg havi havt áhuga í grind og grindarakstri, eins og seyðahald og arbeiði úti í náttúruni hevur havt mín stóra áhuga.

 

Áhugin hevur verið drívmegin

Her kann eg skoyta upp í, at tað onkuntíð hevur verið frammi í miðlunum, at tað líkist ongum at sýslumaðurin fær so stóran part í einum grindabýti. Til tað er at siga, at eitt er hvat lógin sigur um tað eg havi rætt til, annað er hvat eg og húski mítt hava tørv á. Eg havi altíð tikið mær tann part, eg havi brúk fyri sjálvur. Restina havi eg latið upp í grindabýtið ella eisini havi eg latið tað til onkran, ið hevur grindina meira fyri neyðini enn eg. - Nei, tað hevur als ikki verið parturin av grind, sum lógin loyvir sýslumanninum, sum hevur verið drívmegin í, at eg havi fingist við hetta arbeiðið. Drívmegin liggur á heilt øðrum stað.

 


 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…