Friður á pallinum: Hvør er Garry/Roger?
Gary er leikari í leikinum 'Friður á pallinum', har hann spælir Roger Tramplemain , sum er fastognarmeklari.
Hann er orkumikil og engageraður. Hann er ein góður sjónleikari, men er púra eiðasørur at fullføra ein setning. Hann stamar eisini støðugt, og endar setningar við "tú veitst..." Garry brennur fyri sínum handverki – og er brennandi øvundsjúkur yvir fyri Dotty, og er alt annað enn blíður um Freddy kemur ov nær.
“Friður á pallinum" hevur Michael Frayn skriva, Andrias Justesen hevur umsett, Annfinnur Heinesen leikstjórnar og Edward Fuglø ger pall. Nýggju sjónleikarar eru á pallinum og Jan Gardar spælir leiklutin sum Garry/Roger.
Frumsýning verður 24. Oktober í Varpinum í Klaksvík. Hetta verður sera skemtiligt, spælt verður bert í góða viku, at hava tað stuttligt er ikki ein sjálvfylgja.
Atgongumerki fáast á www.atgongumerki.fo