Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eitt tíðarskeið er av og eitt nýtt byrjað. Høgni Hoydal (t.v.) stríddist í fleiri ár í gomlu CEF-samgonguni ímóti tí at kunna vinna sær risaupphæddir við at handla fiskirættindi, og hann er so smátt farin at rigga av í politikki. Kim Durhuus umboðar nýggja tíðarskeiðið, har tað at vera løgtingsmaður fyri CEF er fult sambæriligt við tað at vinna sær risaupphæddir við at handla fiskirættindi | Mynd: logting.fo

Hamskift samgonga letur síni tingfólk selja fólksins ogn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.10.2025 - 22:02 Leiðarin Politikkur Vinna

Í 2015-19 var Javnaðarflokkurin púra greiður saman við Tjóðveldi og Framsókn: Nú skuldi vera slutt við at lata hundraðmilliónavirði av fólksins ogn út til nøkur útvald, var boðskapurin, og amboðið var fiskivinnunýskipanin. Hóast somu flokkar nú aftur hava valdið, hava teir hetta valskeiðið verið kúrrir um ”oligarkar”, ”fólksins ogn” og ”kvotabarónar”. Onkur hevur undrast á tøgnina. Men nú er komið fyri ein dag, at ein av teirra egnu tingmonnum stendur til at vinna margmilliónaupphæddir av at handla við fólksins ogn

 

 

Frihedsbrevet skrivar, at tey, sum eiga skipið ”Birita”, sum fiskar uppsjóvarfisk, vilja selja skipið og tilhoyrandi fiskirættindi. In.fo hevur hoyrt eitt tal sum 300 milliónir nevnt, og Frihedsbrevet nevnir tað sum eina Krúnborg II-episodu, tí skipið sjálvt varð keypt fyri bert 65 milliónir. Tað eru fiskirættindini, undir fyrru CEF-samgonguni rópt ”fólksins ogn”, sum geva skipinum nógv hægri virði.

Ein av eigarunum er Kim Durhuus, sum helst er best kendur millum manna sum løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Sama Javnaðarflokk, sum á sinni vildi avskaffa møguleikan fyri at gerast margmillióningur (multimillionérur) við at handla við fólksins ogn. Kim Durhuus sigur, at hetta er galdandi skipan, og henni má man bara liva við.

Eisini Hans Jacob Thomsen, ið somuleiðis er løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur hálsað um. Við Frihedsbrevet sigur hann, at “Vit hava longu avhendað valdið í Føroyum til nakrar útvaldar ríkmenn” og ”Tí hava vit longu fingið oligarki í Føroyum”, sigur hann uppgevandi við Frælsisbrævið.

Javnaðarflokkurin er tískil hervið vorðin eitt skúladømi um, at ”If you can’t beat them, join them”.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvør…
Stórt Tunnilsblað í gerð
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
Upptakt: AB-KÍ
Sandoy Hálvmaraton er so nógv meira enn…
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…